Norski skemtarin Morten Ramm hevur gjørt ein HM-sang, fyri at “hátíðarhalda”, at Noreg ikki er við í HM. Boðskapurin er greiður: Norska landsliðið er heilt einfalt ikki gott nokk.
Prikini eru nógv, bæði móti spælistílinum hjá norska landsliðnum og einstøkum leikarum. Morten Ramm meinar eisini, at eingin fer at sakna Noreg í HM. “Bønda fra nord er, takk Gud, ikke med ... og i resten av verden er dem happy for det.”
Ramm, saman við málmannskempuni Erik Thorstvedt, minnist eisini aftur á betri tíðir, sum tá Noreg vann á Brasil í HM í Fraklandi í 1998. Men dagsins leikarar eru lítið verdir í mun til teir, heldur hann.
Tað áhugaverda úr einum føroyskum sjónarhorni, er tó móti endanum av sanginum. Tí hvat skal norska landsliðið gera í staðin fyri at spæla HM? Jú, teir skulu spæla vinardyst móti Føroyum. So stórt er fallið.
Tað eru Feelgood SFT og norska TV2, ið eiga rættindini til filmin.