Uttanríkisráðharrarnir í Ukraina og Noregi, Andrij Sybiha og Espen Barth Eide, í ukrainska høvuðsstaðnum í gjár

Norskur uttanríkisráðharri noyddist í bumbuskýli

- Vit hoyrdu spreingingar og vóru partar av náttini í bumbuskýli. Tað eru støðug álop úr Russlandi, og neyðugt er altíð at vera á varðhaldi, sigur norski uttanríkisráðharrin

Uttanríkisráðharrarnir í Ukraina og Noregi, Andrij Sybiha og Espen Barth Eide, í ukrainska høvuðsstaðnum í gjár

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eid, sum í hesum døgum vitjar í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, noyddist í nátt í bumbuskýli, tá russiski herurin leyp á býin við rakettum.

 

- Vit hoyrdu spreingingar og vóru partar av náttini í bumbuskýli. Tað eru støðug álop úr Russlandi, og neyðugt er altíð at vera á varðhaldi, sigur norski uttanríkisráðharrin við NRK.

 

Í nátt framdi Russland ógvuslig álop á høvuðsstaðin, Kyiv og aðrar ukrainskar býir.

 

- Haldið tykkum á tryggum støðum. Russar leypa á høvuðsstaðin við ballistiskm rakettum, skrivaði leiðarin fyri hernðarumsitingina í Kyiv, Tymur Tkatsjenko, á boðtænastuni Telegram í gjárkvøldið.

 

Samstundis skrivaði borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, at ukrainska loftverjan roynir at byrgja uppfyri russisku álopunum á býin.

 

Í nátt lupu russar eisini á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, og guvernørurin í býnum, Oleh Synjehubov, veit at siga, at her lótu fýra fólk lív í álopunum.

 

 

 

Uttanríkisráðharrarnir í Ukraina og Noregi, Andrij Sybiha og Espen Barth Eide, í ukrainska høvuðsstaðnum í gjár