Nostalgisk harmaljóð

-rennur føroyska málið upp á slokk - upp á sikt ?

Regin Eikhólm
???????
Í Sosialinum 1. okt. 2004 hevur ein málsnillingur at landsstýrismanninum úr Kollafirði, fyri at landsstýrismaðurin í eini samrøðu við ein útvarpsmann hevur sagt "upp á sikt" tríggjar/ fýra ferðir. Víst verður til seks navngivnar málsligar mansúrmælingar í Kollafirði: "Væl vóru teir mæltir, og ongantíð var neyðugt at siga ?ha?, tá teir høvdu sagt tað, ið sigast skuldi." Aldur upp í slíkum umhvørvi átti landsstýrismaðurin at kent seg á málsligum heimabeiti og eigur at leggja sær hetta í geyma, skrivar kendi málsnillingur.
Vit fáa onki at vita um hvat landsstýrismaðurin segði, men bert at tað hann segði var ikki í tráð við sið-bundnan málburð innan fordums eingjagarðar í Kollafirði. Mælt verður til at brúka "sum frá líður" heldur enn "upp á sikt". Annars heldur málsnillingurin lítið um málsliga førleikan hjá føroysku politikarunum yvirhøvur.
Tað kann undra, at ongin fordums vælmæltur kvennleggur úr Kollafirði er verdur at taka upp á tungu í hesum sambandi, men kanska er tað so, at vit í Føroyum als ikki hava nakað livandi móðurmál men bert eitt tekniskt mannamál? Stóra immigratiónin til USA vísti annars, at har menn fóru einsa-mallir avstað, var hópin truplari at varveita teirra uppruna mál og mentan, enn um kvinnur vóru við í ferðini.

Hugflogs-ekvivalent virði
Um nú landsstýrismaðurin meinti "upp á sikt", so er tað rætt í sjálvum sær, tí har var ongin tilvísing. Útsøgnin "sum frá líður" og útsøgnin "upp á sikt" hava ikki hugflogs-ekvivalent virði. Fyrra útsøgnin "sum frá líður" tekur støði í nú?inum og er ætlandi uttan at vera málsøkin, meðan seinna útsøgnin "upp á sikt" er málsøkin uttan at vera bundin at nú?inum, tvs. málið ið siktað verður eftir er at finni frammi í tíðarhorisontinum, og er á hóskandi abstraktiónsstøði hjá einum visionerum politikara, umframt at samtíðarfólk eisini skilja tað, ið landsstýrismaðurin sigur og meinar.
At sikta er vælkent føroyskt fyribrigdi. Siktið situr fremst á byrsumúlanum og er tað mann meddar við fyri at raka málið. At arbeiða "upp á sikt" er at líta fram í tíðarhorisontin og hava eina málrættaða ætlan uttan neyvari tíðarbinding.

Abstraktiónsniveau
Tað er ein sannroynd, at statiska bygdamálið hevur lægri abstraktiónsniveau enn dynamiska "ríkismálið". Hugsa vit okkum, at landsstýrismaðurin fylgdi áheitanini og málsliga helt seg til fordums heimabeitið, so var hetta eitt stig aftur eftir hali, tí unga ættarliðið byggir á herðarnar hjá undanfarna og ein maður, ið ikki er betri enn pápin, er verri. Einki stendur í stað!
Tey ið hava serligan áhuga fyri nostalgiskt bundnum máli kundu eins og í dansifeløgunum íðkað kvæðini, og har notið tað heldur kryptiska samskiftið, tá tikið verður til úr tí forna: "Hvokkin er hann Grímur á skóg ,..." (Viljorm Kornus kvæði ør. 49), ella "Tú skalt ikki Ásbjørn prúða jallin javnt við køttin leggja" (Brúsajøkuls kvæði ør. 68), bert fyri at nevna tvey dømir. Men her eins og við okkara orðatøkum og føstu vendingum er tað ein fyrimunur at kenna heildina fyri at skilja samanhangið, tvs. orðingin eigur at rætta seg eftir móttakarabólkinum og ikki umvent, sum vit annars eru so von við í Føroyum!

Málførleiki
Vit hava øll ein ávísan málførleika og tann einstaki sína idiolekt ella eginmálbúna. Málbúnin er ein samansett reflektión av uppvøkstri, evnum, útbúgving, starvi, áhuga, og temperamenti, ið skuldi kunna givið okkum ein móður-málsligan samleika við stoltleika, kenslum og upplivingum. Tíverri endar hesin móðurmálsligi samleiki ofta fyri føroyingar, sum eitt slag av "málskizofrenum" upplivingum, tí móðurmálið (tosimálið) verður av ráðandi puristum óneyðuga nógv traðkað undir fót, og syndromini kenna vit alt ov væl. Ágangurin og eftirfylgjandi óvissan um móðurmálið hevur verið so stór, at nøkur siga seg ikki at duga føroyskt (móðurmálið) ? eitt paradoks í sjálvum sær, meðan onnur leik sum lærd vaksin fólk eru so ósikkur, at tey javnan umbera seg við, at tey noyðast at brúka eitt "fremmandorð". Sum oftast eru hetta tó bert dagligt brúksorð ella hybridorð, sum puristarnir hava lýst í "bann". Men eins og undir inkvisitiónini ynskir fáur at mótmæla her, tí so ert tú antinationalur. Á henda hátt verður málslig happing nationalistiskt rættvísgjørd og er tíverri nógv úbreidd í Føroyum. Ja tað er nærmast vorðið til eina siðvenju at finnast at málforminum sjálvt hjá vaksnum fólki og so annars gloyma bæði innihald og endamál.
Størru málini hava fleiri 100.000 orð at velja ímillum, meðan okkara sagnorðsríka mál ikki røkkur teimum fyrstu 100.000. Í einum samskifti vil hetta geva okkum eitt reelt undirskot serliga av teimum meiri abstraktu altjóða orðunum, sum tí nátúrliga vilja koma yvir í okkara móðurmál í tann mun brúk er fyri teimum.

Orðaval
Eivind Weihe, málfrøðingur, upplýsir, at í dagligari talu brúka tey rímiliga mæltu um 2000 til 3000 ymisk orð, og at mong klára seg við minni enn 1000. W. Shakespeare (1564-16169) brúkti um 15.000 ymisk orð í sínum verkum.
Orðavalið hjá teimum gomlu var nøktandi til teirra heimabeiti, men vit kunnu ikki málsliga nostalgiskt beinskerja ungdómin, so hann ikki kann flúgva út um eingja-garð-arnar. Nútíðarkrøvini til vælútbúna føroyingin í ábyrgdafullum starvið setir heilt onnur krøv til orðaval, abstraktiónsniveau og málsligan førleika annars. Globala samskiftið smittar málsliga av upp á okkum, og tað uttan mun til um lániorðið kemur úr Danmark ella Kina. Innlænt orð ella hugtøk verða snikkað til, so tey eisini við teirra hugflogsekvivalenta virði hóska til føroyska málið og harvið kunnu gerast virðiligir javningar, eins og innlænt blóð og mentan.
Tórur Jóansson, málfrøð-ingur, vísir í lærdu ritgerð-ini "English loanwords in Faroese", (Fannir 1997) á, at eitt samskifti hevur tað við at leggja orð eftir seg.
Vit hava góðar royndir við innlánum av øllum handan slagi: Átrúnaðin lántu vit úr Miðeystri, bók-stavirnar úr latíni og tølini úr Arabia, sum frammanundan høvdu tey úr India o.s.fr.
Spurningurin er so, um orð og orðasamansetingar eftir akklimatisering ikki eiga at missa lániheitið, og gerast føroysk burturav, tí annars er allur heimurin upp á lán hjá hvørjum øðrum.

Neyðug tillaging
Í plantu- og djóraheiminum tosa vit um mutatiónir tá skjótar broytingar (tillagingar) henda í arvaeginleikunum. Føroyska málið hevur eisini tørv á tillagingum, men purisman í nostalgiskum hami hevur higartil í ov stóran mun darvað teimum neyðugu til-lagingum til eitt tíðarhóskandi føroyskt brúksmál, og tí kunnu politikarar og onnur, sum fáast við annað enn "søguliga nútíð", viðhvørt hava eina kenslu av at vera í eini málsligari spennitroyggju, ið ikki gevur teirra samtíð neyðugt málsligt spælirúm, og tí verður kanska málið har-eftir. Tó treyðugt so okkurt duga teir, tí tøgn kemur ikki inn á ting, søgdu teir gomlu!
Nútíðar ekstensialiski hugsunarhátturin við sínum funktionalistiska stíli brúkar breiðband, og tekur støðu út frá sær sjálvum. Hetta ger at málbúnin hjá tí einstaka umboðar ein skjótan, óbundnan og frælsari stíl, har málsliga referensuramman er flutt út um teir gomlu eingjagarðarnar og verður varisliga globaliserað. Málsliga klyvjarossið er at finna undir søguliga yvirlitinum.
Føroyska málið skal vera ein viðkomandi og frælsur samskiftismiðil fyri øll ? leik sum lærd
Alt ov ofta er tað málformurin og ikki innihaldið, sum er til umrøðu í føroysku debattini, men innihaldið og ikki málformurin eigur at vera avgerandi, um vit ynskja at menna okkum á økinum. Aktiva føroyska málið skal vera ein viðkomandi og frælsur samskiftismiðil fyri øll, ið brúka málið, og ikki ein puristisk pyntidukka sum kvøður nostalgisk harmaljóð! Enn eru knotur í føroyskum kongum, og hóast ávaringar um málsligt fall so eru ongi tekin í sól og mána um, at føroyska málið upp á sikt - rennur upp á slokk.