Herfyri var greinin “Three-dimensional deformation of a large circular flexible sea cage in high currents: Field experiment and modeling” givin út í vísindatíðarritinum, Ocean Engineering.
Í greinini verður greitt frá streymmátingum, sum eru gjørdar við, millum og inni í aliringunum á Gulanum, samstundist sum mátingar eru gjørdar av, hvussu rákið broytir skapið av alibúrinum.
Tað eru Øystein Patursson og Heini Winthereig Rasmussen, sum saman við starvsfeløgum á granskingarstovninum Sintef í Tróndheimi, ið hava skrivað greinina.
- Eitt nú vísa mátingar, at rákið inni í aliringunum er stívliga 20 prosent minni enn uttananfyri, og at rúmið í ringunum minkar við 30 prosentum, tá sjóvarfalsrákið er um 1,2 knob (0,6 m/s).
Á Fiskaaling vita tey at siga, at hetta er fyrstu ferð, at slíkar mátingar eru gjørdar í einum alibrúki í fullari stødd.
- Líknandi mátingar, ið eru gjørdar higartil, eru antin gjørdar við niðurskaleraðum ringum í royndarbrunnum, við smáum ringum í áum ella á støðum, har streymviðurskiftini eru munandi veikari og minni fløkjaslig, enn tey eru á Gulanum.
Lagt verður aftrat, at hesar mátingar eru avgerandi í menningini av teldumyndlum til at sniðgeva aliútgerð til avbjóðandi umhvørvi.
Í umrøddu grein hjá Øystein Patursson og Heina Winthereig Rasmussen verður eisini ein teldumyndil lýstur, ið simulerar, hvussu ein nótin í aliringinum verður ávirkað av ráki.
Nýggju mátiúrslitini eru brúkt í hesum arbeiði. Samanberingar eru gjørdar millum mátingarnar og úrslitið frá teldusimuleringunum, sum yvirhøvur samsvara rættiliga væl.
- Tískil er enn eitt frambrot gjørt fyri at fáa meira álítandi teldumyndlar til at brúka, tá aliútgerð til ávís økir skal sniðgevast, sigur Fiskaaling.