Flemming Raben var fegin um dystirnar móti sterku íslendsku manningini, tí at dystirnir vóru eitt gott høvi hjá honum at síggja nakrar nýggjar spælarar royna seg í landsliðshøpi. Men landsliðsvenjarin heldur, at dystirnir móti Íslandi prógvaðu, at vit eiga at leggja størri dent á kropsliga venjing her heima, tí at okkara spælarar standa ikki mótstøðuleikarunum mát á kropsliga økinum.
Ungt lið
Sjálvur helt Flemming Raben, at tað var ógvuliga sjónligt í dystunum móti ungu íslendsku manningini, at føroyska kappingin er liðug fyri umleið einum mánað síðani.
- Eg haldi, at tað sæst ógvuliga týðuligani, at okkara spælarar mangla taðnn seinasta neyvleikan í hesum báðum dystunum, og tað kemur sjálvsagt av, at teir ikki hava roynt seg í dysti í ein mánað. Hinvegin haldi eg, at í seinna hálvleiki av dystinum í Havn sunnudagin eru okkara spælarar væl við, og tá spæla tær fyri so vítt upp við íslendska liðið, segði Flemming Raben.
Føroyski landsliðsvenjarin viðgekk tó, at íslendska landsliðið var væl sterkari, enn hann hevði væntað, og hann hevði ikki væntað, at mótstøðan fór at verða so sterk. Flemming Raben sigur, at eftir hansara tykki er íslendskur kvinnuhondbóltur komin rættuliga langt.
Í sambandi við dystirnar móti íslendingum hava føroysku kvinnurnar eisini verið saman uttan fyri vøllin, og tað heldur Flemming Raben hevur sera stóran týdning.
Miðvís venjing
Føroyska kvinnulandsliðið arbeiðir í løtuni fram ímóti enn eini Challenge Trophy Cup kapping, sum væntandi verður einaferð komandi vár. Flemming Raben, sum hevur tikið við landsliðsvenjarasessinum eftir Rógva Nielsen, sigur, at nú verður løgd ein miðvís venjingarskrá, sum teir leikarar, ið eru áhugaðir í at verða við í landsliðshøpi, skulu fylgja.
Hondbóltssambandið fer at koma við einum útspæli til, hvussu teir føroysku spælararnir hvør í sínum lagi kunnu arbeiða við kropsligari venjing, tí tað er serliga á hesum øki, at vit eru eftirbátar, heldur Flemming Raben.
Eisini heldur Flemming Raben, at tað er av stórum týdningi fyri føroyskan hondbólt, at okkurt verður gjørt fyri, at spælararnir eru virknir i eitt longri tíðarskeið, enn teir eru í løtuni. Sum nú er, liggur hondbólturin í Føroyum stillur alt ov leingi, og tað ber ikki til, um vit ætla at verða við í altjóða hondbólti, heldur Flemming Raben.