Noyðist helst at halda jól í geglinum

Ein maður, sum er undir illgruna fyri at hava jagstrað eina konu við øks í Havn, er fyribils fongslaður í fýra vikur

Ein maður, sum er skuldsettur fyri fleiri lógarbrot, noyðist helst at halda jól í geglinum.

Tað er greitt eftir, at hann var fyri í Føroya rætti í gjár.

Maðurin er skuldsettur fyri fleiri lógarbrot. Tað, sum hevur vakt mest ans millum manna, er, at hann er skuldsettur fyri at hava verið eftir eini konu í Havnar Timburhandli við øks.

Men hann er eisini skuldsettur fyri fleiri onnur innbrot í Havn og eisini okkurt uttanfyri Havnina.

Í tí eina førinum er hann skuldsettur fyri at hava brotið inn í eina dynamittgoymslu, har hann stjól 25 kilo av dynamitti, sum hann síðani goymdi uppi í Hoydølum á økinum ímillum studentaskúlan og Hvítanesvegin.

Sunnukvøldið varð maðurin varðhaldsfongslaður í tríggjar ferðir 24 tímar og tann freistin var úti í gjár.

Tí varð hann aftur fyri í rættinum í gjár og har vildi ákærin hava hann varðhaldsfongslaðan í fýra vikur ímeðan málið verður kannað.

Ein grundgeving fyri at krevja mannin varðhaldsfongslaðan, er, at verður hann leyslatin, er stórur vandi fyri, at hann fer at halda fram við ólógligum virksemi.

Fyri ikki at órógva kanningararbeiðið, vil løgreglan ikki uppplýsa so nógv í málinum.

Til at styðja sínar frágreiðingar, hevur løgreglan upptøkur frá vakmyndatóli í Havnar Timburhandli og sum tók hendingina hesa náttina upp á sjónband.

Men Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at maðurin noktar seg sekan í øllum skuldsetingum.

Av tí sama skeyt tann skuldsetti avgerðina um at varðhaldsfongsla hann í fýra vikur, inn fyri Landsrættin

Sostatt stendur tað nú til landsrættin um maðurin skal halda jól í geglinum ella ikki.