Noyddust at grava kava í morgun

Nógv harmast um veðrið og í seinastuni er tað kansa av røttum.

Hóast álmanakkin vísur, at summarið nærkast, vil veturin ikki sleppa takinum.

Sostatt mátti Landsverk at grava kava í morgum.

Hóast vit eru mitt í mai, hevur Landsverk í morgun grivið kava á Oyggjarvegnum, á Gjáarvegnum, á Oyndarfjarðarvegnum og báðu megin Norðskálatunnulin.

Myndirnar eru av Oyndafjarðarvegnum og Millum Fjarða, norðanfyri Norðskálatunninin.

Árni Jacobsen á Landsverki sigur, at tað er ikki ofta, at tað er neyðugt at grava kava mitt í mei, men tað kemur fyri

Hann vísir á, at 19. og 20 mai í 1979 var Landsverk og gróv kava, men bæði í 1992, 1993 og 1995, var eisini neyðugt at grava kava í mai.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir fyrsta og seinasta hálkudag hesi seinastu árini

2000–2001: 1. november–19.apríl

2001–2002: 4. november–12. mai

2002–2003: 18.oktober–2. apríl

2003–2004: 4. oktober–10. apríl

2004–2005: 24. oktober–18.mai

2005–2006: 22. oktober-17. apríl

2006–2007: 18. oktober–15. mai

2007–2008: 29. september–15. apríl

2008–2009: 3. oktober–31. mars

2009–2010: 22. september–12. mai

2010–2011: 18. oktober–29. mars

2011–2012: 7. oktober - ?