Í longri tíð hevur ósin á Sandi ligið heilur, soleiðis at vatn ikki er sloppið at renna oman úr Sandsvatni og út á sjógv.
Sum skilst, hendir hetta fyribrigdi viðhvørt, og hetta er soleiðis ikki fyrstu ferð, at neyðugt hevur verið at brúka gravmaskinu fyri at "hjálpa" ánni út á sjógv.
Sandur man eiga størsta sandin í Føroyum og Mølheyggjar, sum eru friðaðir, eru eitt serstakt og náttúruvakurt umhvørvi.
Nú vit eru komin væl út í august, er hetta tíðin, tá laksur plagar at leita sær niðan í áirnar. Men, tá ósin ikki er opin, slepst hvørki niðan ella oman úr vatninum.
Nú hevur kommunan so við eini gravmaskinu syrgt fyri, at ósin á Sandi er opin aftur.