NSÍ-ari til B36

Málverjin hjá NSÍ, Símun Rógvi Hansen, skal komandi kappingarár spæla við B36. Tað skrivar B36 á heimasíðu sínari í kvøld.


Símun Rógvi Hansen er 31 ára gamal. Hann varð kosin ársins málverji í fjør, men sat uttanfyri kappingarárið í ár vegna eitt slit í fremra krossbandi og eitt skrædnað liðband.


Hann er framvegis undir endurvenjing, men væntast at verða klárur tíðliga í summar, tá ið hann væntast at vera førur fyri at taka kappingina upp við hin B36-málverjan, Róa Mørk Hentze.


B36 skrivar á heimasíðuni, at Símun Rógvi Hansen eisini verður partur av venjaratoyminum í 1. deildarhópinum hjá B36.