Fótbóltsfelagið NSÍ hevur skrivað sáttmála við tveir útlendingar. Mamuka Toronjadze og Ismail Abdul Razak.
Við sáttmálunum brynjar felagið seg til at stríðast um gullmerkini næsta kappingarár. Talan er um tveir leikarar, sum hava fortreytirnar at gerast profilar í føroysku landskappingini.
Hevur prógvað sítt virði
Mamuka Toronjadze var millum mest eyðsýndu leikararnar í Vodafonedeildini í ár.
Hann spældi 27 dystir fyri FC Suðuroy og skeyt sjey mál. Liðið flutti niður, men Toronjadze hevur ikki hug at spæla í næstbestu deildini.
Hann er ættaður úr Georgia og er 24 ára gamal. Hann hevur áður umboðað FC Tbilisi og FC Dila Glori í heimlandinum.
Hann er framrættaður miðvallari og framherji.
Úr bestu deildini
Ismail Abdul Razak er navnið á miðvallaranum, sum ætlandi skal hjálpa NSÍ næsta ár.
Hann er 21 ára gamal og ættaður úr Ghana.
Sambært heimasíðuni hjá NSÍ, og soccerway.com, hevur Razak verið millum teir fyrstu ellivu hjá Hapoel Arce í 10 av 12 landskappingum í hesum kappingarárinum.
Hapoel Arce er í løtuni nummar fimm í bestu deildini í Ísrael. Hann varð skiftur út í hálvleikinum í gjár, tá Hapoel Arce tapti 3-2 fyri Hapoel Be’er Sheva á heimavølli.
Ismail Abdul Razak hevur eisini fingið seg royndan á ungdómslandsliðum hjá Ghana.