Ein 2-1 sigur á útivølli móti botnliðinum. Tað var facit, nú runavíkingar fara norður um fjørð aftur.
Tað var annars ikki til at siga, hvat var oddur og hvat var botnur, tí lítil og eingin munur var á liðunum í fyrra hálvleiki. Heimaliðið fekk fyrsta møguleikan, tá Birgir Jørgensen var sera nær við, men ta ferðina eydnaðist ikki málslúkinum at umseta møguleika til mál.
Seinni hevði eisini Jón Krosslá ein møguleika, tá Óli Hansen var óskettin og traðkaði á bóltin. Men Jens Martin var tá so nær Jóni, at hesin ikki slapp framvið Landskrona-málverjannum.
Í hinum endanum hevði NSÍ eisini onkran næskan headara, men málleyst var, tá liðini fóru til hálvleiks.
Tað tóktist, sum VB/Sumba hevði rættiliga fingið trúnna upp á, at tað skuldi eydnast at fáa eitt gott úrslit, tí tað vóru teir, ið trýstu fyrstu longu løtuna av seinna hálvleiki. Men so beint móti leikgongdini skoraði NSÍ. Eftir hornaspark endaði bólturin hjá Einari Hansen, og hann langaði til millum vinir og fíggindar, og Vlada Filopovic var møguleikaleysur í málinum.
Heimaliðið gavst ikki, og tá hálvur tími var farin svaraðu teir aftur. Eitt fríspark úr høgru endaði við handaru stong, har Jákup Olsen headaði innfyri aftur til ein frían Birgir Jørgensen, sum lættliga kundi javnað.
Men gleðin var stokkutt, tí minuttin seinni slapp NSÍ lættliga ígjøgnum í høgru síðu, og innskifti Øssur Dalbúð møtti innlegginum, og so var 2-1. Harvið var tokið koyrt fyri heimaliðið, sum bert má sanna, at tað er tungt at vera botnlið.