NSÍ er í Hólmanum í morgun

1. DEILD: Bæði 07 Vestur og Víkingur eiga seinnapartin heimavøll

Longu nú klokkan ellivu fer bólturin á rull í næstbestu deildini. Fyri einari viku sæíðani megnaði EB/Streymur, sum er aftast, 1-1 á heimavøllinum í Hólmanum á Eiði ímóti 07 Vestur, sum er topplið.

Í dag fær EB/Streymur vitjan av NSÍ, sum er næstfremst. Fyrsta bríksl í Hólmanum er longu klokkan ellivu. Um NSÍ vinnur fulla úrtøku og stendur seg betri enn 07 Vestur gjørdi í Hólmanum, so verður NSÍ topplið. Í hvussu so er nakrar tímar.

Seinnapartin fær 07 Vestur vitjan av KÍ, sum fyri einari viku síðani var á Sandi. Tá vóru ikki líkindi at spæla, og dómarin avlýsti, tá ið eitt korter var farið. Ásett varð so, at dysturin skuldi takast uppaftur týskvøldið í hesi vikuni, men tá lá tað ikki fyri hjá øllum klaksvíkingunum, sum leygardagin vóru á listanum, at fara suðuraftur. Enn er ikki ásett, nær dysturin verður tikin uppaftur.

Oyggjauppgerð verður í dag í Leirvík, har Víkingur fær vitjan av B68. Tað var óvæntað, tá ið Víkingur fyri viku síðani tapti 2-1 í Gundadali ímóti B36, sum henda dagin var heilt væl mannað. Tá ið Víkingur var á Svangaskarði fyri trimum vikum síðani, endaði tað 2-2.

Síðstu ferðirnar hevur tað gingið striltið hjá B68, sum hevur vunnið tvey stig úr fimm teimum seinastu dystunum.

Tíðliga seinnapartin fær HB vitjan av Skála. Átta av tíggju dystum hjá Skála eru endaðir við javnleiki. Tá ið HB fjórða mai var á Skála, var úrslitið 1-1.

Ein løtu eftir síðsta bríksl millum HB og Skála, fer bólturin á rull millum B36 og B71. Sandoyingar hava spælt tveir dystir færri enn hini liðini. Nú er ásett, at útsetti dysturin ímóti 07 Vestur verður leygardagin 8. juni.

Ídag

EB/Streymur – NSÍ: Rúni Olsen kl. 11.00

Víkingur – B68: Bent Tommy Linklett kl. 16.00

07 Vestur – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.30

B36 – B71: Rúni Gaardbo kl. 16.30

HB – Skála: Petur Reinert kl. 14.00

07 Vestur972020823
NSÍ10712221122
Víkingur10631251121
9513251616
Skála10181141211
B3610325122011
B6810244172110
B71822414248
HB1012711185
EB/Streymur1003716353