NSÍ fekk øll stigini

AB gav NSÍ ein skarpan gang við Løkin í dag. Hóast NSÍ vann væntaða favoritt-sigurin, so var tað AB, sum legði seg á odda tíðliga í dystinum. Hetta tá Súni Fríði Barbá setti brotsspark í netið.

Fyri steðgin eydnaðist tó tvær ferðir hjá vertunum at skora. Bogi Løkin javnaði um miðjan hálvleikin, og stutt undan steðginum skoraði Óli Hansen eftir frísparksframlegging.

Eftir steðgin royndu argjamenn at trýsta seg til eitt stig. Seinastu løtuna reið eisini fleiri ferðir um snarið hjá heimaliðnum, men tað eydnaðist tó at halda fast um stigini.

 

NSÍ-AB 2-1 (2-1)

0-1: Súni Fríði Barbá (br.)

1-1: Bogi Løkin

2-1: Óli Hansen