NSÍ fingið nógv stig

NSÍ hevur fingið fleiri stig enn nakað annað felag í Formuladeildini hevur fingið. Síðani kappingin varð víðkað til at umfata 27 umfør, eru føroyameistararnir komnir upp um 50 stig. Men nú eitt umfar er eftir at spæla, hevur NSÍ vunnið sær heili 60 stig, og tað er meira enn undanfarnu føroyameistarar. NSÍ hevur vunnið 19 av sínum 26 dystum. Tríggir eru endaðir við javnleiki, og fýra ferðir hevur NSÍ tapt í hesum kappingarárinum.