Óli Johannesen og TB fara eftir sigrinum í Runavík, men hann verður ikki á nakran hátt givin burtur, sigur NSÍ málverjin Kristian Joensen.
Í vikuni hava illar tungur tutlað um, at nú er lag á manni hjá teimum í Runavík at vera skarprættarar, so grannarnir á Svangaskarði søkka longri niður í armóðina, meðan TB avheintar fulla úrtøku við Løkin.
Soleiðis hanga tingini ikki saman hjá teimum, sum síðani um ársskiftið hava fyrireikað seg og stríðst fyri at fáa NSÍ so langt upp á stigatalvuna, sum tað á nakran hátt ber til, og tað er einki at siga til tað, um hetta tosið argar teir í gulu og svørtu búnunum.
– Fremsta málið í ár hjá nýggju manningini var at sleppa undan niðurflytingini. Tí málinum hava vit tíbetur rokkið, men tað vil ikki siga tað sama, sum at kappingarárið er liðugt fyri okkara viðkomandi, sigur tryggi NSÍ málverjin Kristian Joensen, sum vísir á nýggja málið, ið hann og liðfelagarnir hava sett sær í trimum teimum síðstu umførunum:
– Málmunurin hjá okkum er eftir 3-1 tapið í Fuglafirði -3. Vit hava sett okkum fyri, at málmunurin skal vera positivur, tá ið 27. umfar er av. Tað er upp til okkum at gera tað av. Um tað fer at røkka til meiri enn 7. plássið fer tíðin at vísa.
Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Kristiani Joensen millum stólparnar á besta liðnum í barndómsfelagnum, og tað hevur gingið væl. Kristian er einasti NSÍ spælarin, sum hevur verið á vøllinum allar minuttirnar í landskappingini, og hann hevur vunnið sær pláss í landsliðshópinum.
Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbannið i Fuglafirði. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Andras Frederiksberg. Gula kortið, sum hann sá í Fuglafirði seytjan minuttir undan leikloki, var tað fimta í ár, og tí er hann leikbannaður. 19 ára gamli Andras flutti undan hesum kappingarárinum av Skála og til NSÍ, har hann hevur vunnið fast pláss á sentrala miðvøllinum.
Góður stimi
Hóast stigatalvan boðar frá, at TB framvegis er í tungum sjógvi, so er lagið gott, og avrikini seinastu vikurnar hava vitnað um, at spælararnir stríðast fyri møguleikanum. Tapið í Vági og tepra heimatapið ímóti ÍF vóru dyggir smeitir, men eftir javnleik í Klaksvík og á heimavølli ímóti Víkingi tykist liðið vera komið á beint aftur:
– Vit hava spælt tveir góðar dystir, og vit trúgva upp á tað. Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu halda fram í bestu deildini, og tí møguleikanum ætla vit at taka av, sigur liðformaðurin Óli Johannesen, sum hevur tikið sera stóra ábyrgd á seg.
Allir TB spælararnir eru klárir at fara um Suðuroyarfjørð og til Ruanvíkar.
Tá ið TB í 2. umfari var við Løkin, vann heimaliðið 2-0.
[email protected]
NSÍ - TB: Ransin N. Djurhuus
sunnudagin klokkan 14.45