NSÍ er nýtt topplið í næstbestu deildini, og í kvøld hevur NSÍ sett seg á toppin í bestu deildini.
NSÍ vann 3-1 á heimavølli ímóti TB. Klæmint A. Olsen legði heimaliðið við Løkin framum, og ein annar veteranur, Pól Jóhannus Justinussen, økti um munin til 2-0.
Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði TB miðverjin og veteranurin Ndende Adama Guéye um munin eftir horna úr vinstru.
TB var væl við í fótbóltsspælinum, og tað vóru spentar støður frammanfyri bæði málini.
Tað var NSÍ, sum skoraði síðsta málið, tá ið innskifti Búi Egilsson setti bóltin í málið aftanfyri stinna TB málverjan Milos Budakovic.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ er nýtt topplið í fremstu deildini. NSÍ hevur 28 stig og er tvey stig frammanfyri KÍ. Klaksvíkingar hava í morgin møguleika at taka toppin aftur, tá ið teir á heimavølli á norðoyastevnu fáa vitjan av AB.
TB er á sjeynda plássi við tólv stigum.
NSÍ – TB 3-1 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 24.
2-0: Pól Jóhannus Justinussen 34.
2-1: Ndende Adama Guéye 57.
3-1: Búi Egilsson 79.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tórður Thomsen – Per Langgaard, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Petur Knudsen, Jann Martin Mortensen (Óli H. Olsen, 76.), Jann Benjaminsen (Búi Egilsson, 60.) – Klæmint A. Olsen (Betuel Hansen, 66.)
Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Peder Nersveen
Venjari: Guðjón Ꝥórdarson
TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen (Bartal Klein Olsen, 46.), Ndende Adama Guéye, Teitur Olsen, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike, Veljko Vukovic (Ólavur av Fløtum Reginsson, 86.), Tormóður P. Djurhuus (Jens Erik Bruhn, 65.) – Ivan Ivanovic, Stefan Radosavljevic
Gult kort: Ndende Adama Guéye
Venjari: Zoran Pavlovic