NSÍ hevur skift málverja

Petur Knudsen hevur skorað bæði málini hjá NSÍ, sum er frammanfyri 2-0

Teir eru farnir at hvíla seg við Løkina í Runavík, har tað er grannauppgerð. Skála vitjar í góða heystarveðrinum, og støðan er 2-0, nú teir eru farnir at hvíla seg.

Petur Knudsen hevur skorað bæði málini hjá NSÍ.

Í 9. minutti legði hann NSÍ á odda eftir álop í vinstru og útfrá baklinjuni, sum Jesper Christjansen tók sær av, og í 24. minutti økti NSÍ til 2-0. Bólturin varð spældur í høgru til Jann J. Benjaminsen, sum legði innfyri, og á brotsteigarblettinum takkaði Petur Knudsen fyri, setti bóltin upp undir handara málhornið og var tvímálaskjútti.

NSÍ hevur havt bóltin meiri, men talan hevur ikki verið um fleiri upplagdar málmøguleikar. Skála hevur dúvað upp á snarálop, og onkra ferðina hevur tað verið tætt við.

Fleiri broytingar eru á liðunum. Hjá NSÍ er Karstin Hansen málverji, meðan Tórður Thomsen situr smáskaddur á beinkinum saman við eitt nú Jóhan Troest Davidsen, sum eisini er smáskaddur. Salmundur Bech er so mikið skaðadarvaður, at hann er ikki á listanum ídag.

Hjá Skála er stórur saknur í liðformanninum Pætur Dam Jacobsen, sum er skaddur. Haraldur R. Højgaard, sum plagar at vera á sentrala miðvøllinum saman við Pæturi Dam Jacobsen, er eisini skaddur, og tað er álopsspælarin Jan Ingason Hansen eisini. Merkisvert er tað, at Erland Berg Danielsen, sum ikki hevur spælt so nógv í ár, og sum plagar at vera sentralur miðvallari, er fremsti maður hjá Skála ídag.

 

NSÍ – Skála (2-0) kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jann J. Benjaminsen, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Jesper F. Christjansen (Búi Egilsson, 81.), Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 68.), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen – Poul Kallsberg, Niels Pauli Danielsen – Aksel B. Danielsen (Jóhan Bergsson Johansen, 58.), Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Heðin Klakstein, 33.) – Erland Berg Danielsen