NSÍ hevur svarað aftur

Oddmar á Lakjuni, sum í dag er sentralur miðvallari, skoraði beinanvegin til 1-0. Heðin á Lakjuni varð spældur leysur í høgru, og Heðin trillaði bóltin upp á tvørs til lítla beiggjan, sum setti bóltin í málið.

Í yvirtíðini økti Stefan Kalsø um munin til 2-0. Høgni Madsen bíðaði úti í vinstra horni eftir, at dómarin skuldi bríksla fyri hálvleiki. Fleiri mótstøðumenn vóru kring hann. Hjalgrím Elttør fór avstað við bóltinum, sum hann lyfti inn fyri málið, har Stefan Kalsø við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

NSÍ hevði bóltin nógv av fyrra partinum av 1. hálvleiki. Tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa mál, hóast teir vóru tætt við. Christian Høgni Jacobsen var púra leysur við Jákupi Mikkelsen, men hann kiksaði, og lítla løtu seinni stútaðu teir í tvørtræið. Fyrstu løtuna var verjan hjá KÍ, har Atli Danielsen er, ótrygg, men tað javnaði seg. Klaksvíkingar hava roynt nógv við longum sendingum til Stefan Kalsø, sum er einsamallur á toppinum.

Stutt undan steðginum noyddist Jóhan Troest Davidsen skaddur av vølli. Í hansara stað varð Karoly Potemkin settur á vøllin.

 

2. hálvleikur

54.

1-2

Christian Høgni Jacobsen setur bóltin í netið eftir horna úr vinstru frá Boga Løkin. Karoly Potemkin roynir seg fyrst, og Christian Høgni var fyrstur á returbóltinum.

 

56.

2-2

Tað gongur skjótt í Runavík. NSÍ hevur javnað. Málskjútti var Jann Ingi Petersen, sum við beinleiðis frísparki setti bóltin framvið manngarðin. Klaksvíkingar mótmæltu, tí teir vildu halda, at frísparkið varð tikið ov skjótt, men dómarin stóð við sítt. 2-2!

 

65.

2-2

Jústinus R. Hansen er fluttur í NSÍ miðverjuna, eftir at Jóhan T. Davidsen fór av vøllinum.

 

77.

3-2

Eftir langt innkast, sum verður snittað víðari, endar bólturin á tvørtrænum, áðrenn Karoly Potemkin setur hann í málið, so heimaliðið nú er á odda 3-2.

 

90 min

3-2

3 minuttir lagdir aftrat.

 

Liðugt!

3-2

 

 

NSÍ-KÍ 3-2 (0-2)

Dómari: Ransin Djurhuus

0-1: Oddmar á Lakjuni 2.

0-2: Stefan Kalsø 45.

1-2: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-2: Jann Ingi Petersen 56.

3-2: Karoly Potemkin 77.

NSÍ: Meinhard Joensen ? Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen (Karoly Potemkin, 42.), Einar T. Hansen ? Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen (Sjúrður Jacobsen, 90.), Jan Martin Mortensen ? Klæmint A. Olsen, Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Christian Høgni Jacobsen, Karoly Potemkin

KÍ: Jákup Mikkelsen ? Rudolf Eliasen (Jón Jacobsen, 84.), Atli Danielsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen ? Heðin á Lakjuni, John Hammer, Høgni Madsen (Kristoffur Jakobsen, 79.), Oddmar á Lakjuni, Hjalgrím Elttør - Stefan Kalsø (Páll Klettskarð, 67.)

Gult kort: eingin