NSÍ hevur veri_ í Hvalba og hvest seg

Jógvan Martin Olsen roknar HB at hava fleiri gó_ar einstaklingar, me_an hansara li_ meiri hvílir á kollektivinum

Fyrrapartin í gjár kom NSÍ til hús aftur, eftir at teir sí_ani leygardagin høvdu veri_ í Hvalba og fyrireika_ seg til steypafinaluna ímóti HB, sum ver_ur á Tórsvølli í morgin klokkan f_ra. Í kvøld klokkan tíggju hittast NSÍ arnir aftur. Teir fara at halda til í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, inntil teir eftir døgur_a í morgin fara til Havnar.
Í Hvalba vandu teir í NSÍ tvær fer_ir sunnudagin og tvær fer_ir mánadagin. Ætlanin var at spæla venjingardyst ímóti Royn mánakvøldi_, men hann var_ avl_stur. Fleiri spælarar vóru plága_ir av smáska_um, so ta_ var ikki hildi_ rá_iligt at leggja so nógv fyri. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Sjúr_ur Jacobsen, sum er leikbanna_ur.

Samhaldsfesti
NSÍ venjarin, Jógvan Martin Olsen, kennir allar fótbóltsspælarar í Føroyum. Hann er hjálparvenjari á landsli_num hjá Henrik Larsen, sum ver_ur í Gundadali í morgin. Bæ_i fyri landsli_i_ og sum NSÍ venjari fylgir Jógvan Martin væl vi_. Tá i_ vit spyrja hann, hvør munurin er millum li_i_ hjá honum og HB li_i_, so svarar hann solei_is:
- HB hevur eftir føroyskum umstø_um nógvar framúr spælarar. Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Heine Fernandez kunnu allir einsamallir avgera, og har eru fleiri a_rir eisini. Okkara avrik og harvi_ úrslit er kanska meiri treyta_ av, at alt li_i_ sum ta_ er stemmar, um ta_ ber til at siga ta_ solei_is. Sjálvandi er ta_ eisini hjá HB talan um li_avrik, men eg haldi ikki, at vit hava individualistarnir av sama slagi, sum teir hava ta_, er metingin hjá Jógvani Martin Olsen.
Hvussu eru tit fyri?
- Vit eru so væl fyri, sum ta_ ber til hjá okkum at vera. Aftaná hálvfinaluna ímóti ÌF 4. juli høvdu spælararnir frí í knappar tvær vikur. Sí_ani høvdu vit tunga fysiska venjing í eina viku. Nú hava vit havt sum mál at fáa bóltførleikan og taktiska spæli_ at rigga. Ta_ hevur gingi_ rætta vegin, men dystarvenjingin er sjálvandi ikki, sum hon er, tá i_ vit spæla eina og fleiri fer_ir um vikuna.
NSÍ hevur sí_ani teir fóru undir aftur venjingarnar spælt tveir venjingardystir á heimavølli. Fyrst vunnu teir 2-1 á KÍ, og so vunnu teir 4-0 á ÍF Føroyum.
Tá i_ vit tosa vi_ Jógvan Martin um munin í fyrireikingunum hjá HB og NSÍ, heldur hann, at ta_ kann síggjast frá fleiri sí_um.
- Okkara spælarar høvdu frí í tvær vikur. At hava fingi_ hvíld eigur at geva sinniligt yvirskot, men ta_ gongur út yvir førleikan á ø_rum økjum. HB hevur veri_ í trimum stórum avbjó_ingum sí_ani seinnu hálvfinaluna. Teir hava spælt ímóti FCK og tvær fer_ir í Europa Cup. Allir dystirnir hava veri_ á grasi. Ta_ hevur veri_ gó_ fyrireiking. Spurningurin er so, um teir sinniliga eru troyttir. Ta_ bendi avriki_ á heimavølli ímóti WIT ikki á. Eg sá tann dystin, og talan var í 2. hálvleiki um framúr HB avrik, sum teir megna_u uttan Heine Fernandes, Rógva Jacobsen og Jákup á Borg. Vit hava stóra vir_ing fyri teimum, men vit halda okkum vera væl fyri.
Um tú sammetir vi_ fyri tveimum árum sí_ani, tá i_ tit vunnu 2-1á teimum í finaluni?
- Vit eru betri fyri enn tá. Men ta_ er HB ivaleyst eisini. Teir vunnu 1-0 á okkum í landskappingini undan summarfrítí_ini. Ta_ var uppibori_. Men tá skal havast í huga, at vit mistu ein mann. So nú fáa vit at síggja. Vit eru so væl fyrireika_ir, sum ta_ ber til. Vit trúgva upp á møguleikan, og vit hava gott mót. Men vit vita, at alt li_i_ skal spæla upp til sítt besta, um ta_ skal eydnast at vinna.