Fótbótlur
Tað var undirhaldandi, og tað var ferðmikið. Í góðveðrinum í Sarpugerði sunnudagin vístu GÍ og NSÍ í grannauppgerðini kring Gøtueið, at fótbóltsáhugað nýtast ikki at sita frammanfyri sjónvarpið ella at rinda í dýrum dómum fyri at fara niður til Týsklands fyri at uppliva fótbóltsspenning og harvið fyri at fáa adrenalinið at pumpa næstan ómenniskjaliga skjótt og nógv.
Ein av orsøkunum til at tað higartil hevur hilnast væl bæði hjá GÍ og NSÍ er, at liðini eru væl skipað. Hetta sást væl hesa ferð. Báðir partar vildu sjálvandi vinna og harvið styrkja um sína støðu í toppinum. Men teir vildu ikki leypa á fyri einhvønn prís. Tað ráddi um at binda um so álopið ikki var sektað og mótstøðuliðið fekk mál. Hetta gjørdi seg serliga galdandi fyrsta hálva tíman.
NSÍ legði seg framum, tá ið ein tími var farin. Næsta hálva tíman lógu trý stig í NSÍ viðførinum, og tað var vorðið sum fongur. Um úrslitið hevði hildið sær, so hevði NSÍ syft seg heilt upp hagar, sum teir undan kappingarbyrjan proklameraðu, at teir ætlaðu sær at vera, og sum tað í fleiri vikur í vár kendist veruleikafjart, at teir skuldu røkka.
Men GÍ vísti góðan hugburð. Stutt eftir NSÍ leiðslumálið var um reppið, at gestirnir øktu til 2-0, men skotroyndin hjá Boga Løkin brast í tvørtræið aftanfyri Géza Turi, sum ikki var heilt sakarleysur, tá ið NSÍ fekk sítt mál. Brynjolvur Nielsen legði innfyri úr høgru, GÍ málverjin tóktist hava tak á, men hann misti bóltin, og so var Bogi Løkin, sum støðugt stríðir og spælir seg til sentralt pláss á NSÍ miðvøllinum, fyrstur á, og við høvdinum stýrdi hann bóltinum í málið. At Bogi fram ímóti dystarenda noyddist av vøllinum kom illa við hjá NSÍ.
Hóast leikliga yvirvág fitta løtu, so megnaði NSÍ ikki at økja um leiðsluna, og stútt og støðugt gekk tað soleiðis, sum tað kann roknast við, tá ið lið, sum í trettan teimum fyrstu umførunum hevur strítt seg til pláss millum tey fremstu, er aftanfyri við einum máli á heimavølli.
Intensiteturin var øgiligur. Undan steðginum hevði GÍ havt bóltin meiri enn NSÍ. Gøtumenn høvdu fleiri hornaspørk, og í tveimum førum stóðust spentar støður í NSÍ brotsteiginum eftir at GÍ hevði sent fríspark innfyri. Men Jens Martin Knudsen helt tætt. Ta einu ferðina nýtti hann andlitið til at beina bóltin av vegnum við, tá ið Gunnar Nielsen hevði roynt seg!
NSÍ hevði brodd og tyngd, tá ið teir fóru í mótálop. Talan var fyri tað mesta um vinstrakoyring. Christian Høgni Jacobsen var kanska betri upplagdur, enn hann hevur verið seinastu vikurnar. Tað sigur ikki so lítið. Tá ið hann setti ein og tveir mótstøðumenn av, gjørdist tað sjálvandi torført hjá óføru GÍ miðverjunum at telja upp, og Óli Hansen var fleiri ferðir tætt við. Makkarin hjá honum í fremstu røð, Sonni L. Petersen, var eisini spentur, men hann hevði tann trupulleikan, at hann ofta datt í rangstøðufelluna.
Tríggir minuttir vóru lagdir afturat vanligu leiktíðini. GÍ slepti heilt nógv í verjupartinum, og tað kendist sum um, at eitt mál fór at koma afturat. Sámal Joensen og ikki minst Hans Jørgen Djurhuus vóru arkitektar aftanfyri GÍ trýstið, og tá ið 45 sekund restaðu av tíðini, sum Lassin Isaksen hevði lagt afturat, eydnaðist tað GÍ at fáa mál.
Áslakur R. Petersen legði innfyri úr høgru, sendingin tóktist at vera ov long, men aftanfyri handara stólpan var miðverjin Kaj Ennigarð. Við høvdinum legði hann innfyri aftur málið, og innskifti Sverri Jacobsen, sum fleiri ferðir fyrr í ár hevur víst, at hann hevur gott máltev, stýrdi bóltinum í kassan.
1-1 og eitt stig í part. Heimafólkið fegnaðust um stigið, sum tey høvdu vunnið, og gestirnir iðraðu seg um, at tað kortini skuldi enda soleiðis, at tey mistu tvey stig.