Í dag skal NSÍ royna seg fyri fyrstu ferð síðani 2006 uttan Hjalgrím Elttør. Í nátt varð spæliloyvið hjá honum flutt til Klaksvíkar.
Tølini siga, at eftir blíðan byr fyrsta partin av kappingini, so hevur tað verið ógvuliga soltið seinastu umførini hjá NSÍ. Teir í Runavík hava ikki vunnið fulla úrtøku, síðani teir í 14. juni í 11. umfari vunnu 5-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Síðani hevur NSÍ tapt 5-2 í Gundadali ímóti HB, tapt 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, spælt 2-2 á útivølli ímóti B68 og tapt 1-0 í Sarpugerði.
Hjá B36 kendist tað hugaligt, tá ið úrslitið í síðsta umfarinum undan summarsteðginum var 2-2 í lokaluppgerðini ímóti HB. Frammanundan hevði B36 eftir ikki serliga sannførandi avrik vunnið 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, spælt 2-2 í Klaksvík, 0-0 á heimavølli ímóti ÍF og tapt 3-1 á Argjum.
NSÍ hevur allar teir somu spælararnar tøkar, sum vóru við í Sarpugerði fyri viku síðani - uttan Hjalgrím Elttør.
B36 hevði frívikuskifti seinast. Síðani góða avrikið og 2-2 ímóti HB er Sam Malsom fluttur úr B36 og til Íslands, og Suni úr Hørg er farin aftur til VB/Sumba.
Nýggir á liðnum eru gamli kenningurin Odmar Færø, vinstrabeinti framrættaði Dennis Holmberg og so Christian R. Mouritsen. Atli Petersen, sum áður hevur spælt við ÍF, hevur vant í eina tíð. Hann er fluttur upp í besta hópin, men hann verður ikki við í dag.