NSÍ royndi seg við nýggjari verju

HB slapp í evstu løtu undan fyrsta tapinum í ár

NSÍ var í góðveðrinum seinnapartin gestur hjá HB í Gundadali. Felags fyri HB og NSÍ er, at tey undan dagsins uppgerð í VFF kappingini ikki høvdu tapt.

Felags fyri bæði liðini er, at tey eftir dagsins dyst framvegis eru ósigrað. Úrslitið var 3-3, eftir at tað í hálvleikinum stóð 2-2.

Petur Knudsen legði fimm minuttir eftir steðgin NSÍ framum 3-2. Tað var eftir sending frá Pæturi Hentze, sum var vongverji í høgru. Petur rann í høgru frá verjuni, og tá ið hann var komin vpl inn í brotsteigin smekkaði hann til, og bólturin streyk flatt í handara síðunetið.

HB javnaði til 3-3 í evstu løtu. Vongverjin í vinstru, Daniel Johansen, lyfti av baklinjuni bóltin inn fyri málið, har Heðin Hansen við høvdinum setti hann í netið og so var liðugt.

Í fyrra hálvleiki var NSÍ frammanfyri bæði 1-0 og 2-1. Miðverjin Oddur Á. Højgaard setti hol á eftir sending frá Aron Knudsen. Tá var eitt lítið korter farið, og tá ið ein hálvur tími var farin javnaði Adrian Justinussen til 1-1. Nýggi danski miðvallarin Mathias Nygaard átti uppleggið.

Fýra minuttir undan steðgin legði Martin Klein Joensen NSÍ framum 2-1. Uppleggið átti Petur Knudsen, og ein minutt seinni javnaði Pætur J. Petersen til 2-2. Aftur var tað Mathias Nygaard, sum átti uppleggið.

NSÍ spældi við trimum miðverjum – Jákup Jakobsen, Oddi Á. Højgaard og Rógva Egilstoft Nielsen. Jákup og Rógvi eru nýggir í NSÍ. Einki var at síggja til Jóhan Troest Davidsen. Í HB miðverjuni var Hanus Danielsen leingi makkari hjá Bartali Wardum. Síðstu løtuna loysti Samuel Johansen Chukwudi av.

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Hanus Pauli Danielsen, Daniel Johansen – Heri H. Mohr, Heðin Hansen, Mathias Nygaard – Pætur J. Petersen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen

Í seinna hálvleiki vórðu innskiftir Samuel Johansen Chukwudi, Mikkel Frankoxh og Øssur Dalbúð.

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Hentze, Aron Knudsen, Haraldur R. Højgaard, Betuel Hansen, Jann Benjaminsen – Petur Knudsen, Rúni Klein Joensen

 

Í seinna hálvleiki vórðu innskiftir Alfred Sankoh, Pætur Skipanes og Mórits Heini Mortensen.

Myndir, sum Álvur Haraldsen í góðveðrinum seinnapartin tók í Gundadali síggjast her

https://www.in.fo/myndasavn/