Fótbóltur
Stevnudysturin verður í Runavík leygardagin klokkan 18.30. Optimala fyritreytin fyri góðum stevnuhýri hjá Eystanstevnu vertunum hevði verið, um NSÍ hevði fingið trý stig eftir, at Eysturoyingur hevði vunnið kappróðurin millum 10-mannaførini.
Skála tapti sunnudagin 1-0 á heimavølli móti HB. Skála hevði bóltin størsta partin av tíðini, men tað gekk illa at spæla seg til málmøguleikar. Tað kann hugsast, at fyritreytirnar verða øðrvísi hjá Skála leygarkvøldið, tá ið NSÍ fer at leypa á.
Á Skála eru teir manningarliga betri fyri, enn teir hava verið leingi. Einasta ivamálið er Pætur Dam Jacobsen, sum í vikuni hevur havt trupulleikar við øðrum knænum. Alexandur Johansen varð skiftur inn móti HB. Hann venur saman við hinum, og tað kann væl hugsast, at hann hesa ferð fer at fáa uppaftur meiri spælitíð.
NSÍ tók við 3-2 heimasigri móti EB/Streymi stórt fet fram móti toppinum. NSÍ hevur fingið fulla úrtøku burturúr fimm teimum seinastu heimadystunum. Teir hava einki mist á heimavølli, síðani tað í triðja umfari 13. apríl endaði 1-1, tá ið B68 vitjaði.
Móti EB/Streymi sást, at tað er kapping um plássini. Einar Hansen, Bogi Løkin og Jústinus R. Hansen stóðu seg væl. Dánial Hansen og Helgi L. Petersen vóru ikki við, og Andy Olsen varð skiftur inn í 2. hálvleiki.