NSÍ skansin er stongdur

Tað eru næstan tríggir mánaðir síðani, at NSÍ málverjin noyddist í meskarnar við Løkina eftir bóltinum

Stóri fótbóltsdysturin í kvøld verður í Runavík, har NSÍ fær vitjan av KÍ. Tað er nummar tvey, sum verður vertur, og tað er nummar trý, sum í Klaksvík fyrireikar seg til ferðina út á Skálafjørðin.

NSÍ hevur 32 stig, og KÍ hevur 29 stig.

Tølini siga, at verjuspælið hjá NSÍ higartil hevur verið ógvuliga sannførandi. Tað eru bara farin seks mál ígjøgnum, meðan tað hjá KÍ eru farin 17 mál ígjøgnum.

NSÍ hevur higartil verið óvanliga sannførandi á heimavølli. Bara eitt lið hevur megnað at skjóta mál ímóti NSÍ á heimavølli. Tað var í fyrsta umfari, at TB tapti 3-1, og Rógvi Joensen í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini, skoraði fyrsta hjá TB í ár og einasta málið, sum er farið ígjøgnum hjá Tórði Thomsen við Løkina.

Hetta var 9. mai. Tað eru altso meiri enn 11 vikur síðani, at NSÍ fekk mál ímóti sær á heimavølli.

NSÍ hevur í seks heimadystum fulla úrtøku og málmunin 15 – 1. Á útivølli er úrtøkan hjá NSÍ í sjey dystum fýra sigrar, eitt tap og tveir javnleikir. Annar javnleikurin var í Klaksvík sjeynda juni. Ta ferðina hevði heimaliðið stóra yvirvág í spæli, men tað var ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at tað eydnaðist at javna til 1-1.

Hjá NSÍ eru Bárður J. Hansen, Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen og Petur Knudsen skaddir. Tað er ikki greitt, um loyvini hjá nýggja danska miðvallaranum Jesper Christjansen koma upp á pláss í dag.

Túrurin hjá KÍ út til Runavíkar er tann fyrsti úr Klaksvík síðani trivaliga 6-2 tapi á útivølli ímóti B36. Hetta var higartil einasta tapið á útivølli hjá KÍ higartil í ár.

Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen eru tøkir aftur eftir leikbann. Ísak Simonsen og Ole Erik Midtskogen vóru skaddir mikukvøldið, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-0 ímóti AB. Ísak Simonsen er tøkur, meðan tað er ivasamt, um norski álopsspælarin er tøkur at spæla í kvøld.

Síðstu vikuna hevur KÍ skrivað sáttmála við tríggjar nýggjar spælarar. Sáttmálin við málverjan Lukasz Jarosinski er galdandi frá mánaðarskiftinum. Tað er ikki greitt, um miðvallarin David Skrbec og verju- og miðvallarspælarin Heini Vatnsdal vera tøkir í kvøld.