NSÍ var ordiliga í hopla í oyggjauppgerðini ímóti ÍF. Fuglfirðingar eru á veg til hús aftur við 7-1 tapi. Tíðliga í kappingini vann NSÍ 6-1 á heimavølli ímóti ÍF, sum harvið hevur tapt 13-2 í tveimum dystum við Løkin.
Eftir at tað leingi hevur verið trilvandi, eydnaðist tað B36 at vinna 2-1 á heimavølli ímóti AB. Hetta er sama úrslit, sum B36 vann á sama vølli ímóti AB fyrr í ár. Ta ferðina var B36 undirmannað síðstu løtuna. Soleiðis var tað eisini ídag. Innskifti Jógvan Skeel Nolsøe sá gult fyri aðru ferð, og harvið varð hann vístur av vøllinum, tá ið eitt korter var eftir.
Víkingur hevur í løtuni vitjan av B68. Í steðginum er støðan 2-0 til Víking.
HB og TB spæla í Gundadali klokkan 17.30.
Møguleiki er at fylgja við dystargongdini her