NSÍ smurdi meistararnar av

Skerda HB man sjáldan hava havt so lítið at bjóða upp á, sum teir høvdu leygardagin, tá ið teir í Runavík onga løtu góvu teimum frið og heilt kroystu teir

NSÍ hevur tvær ferðir fyrr í ár verið í Gundadali og tapt fyri HB. Leygardagin fingu teir endiliga møguleikan á heimavølli at vísa HB, hvar skápið skuldi standa, og teir við Løkin tóku sanniliga av.
NSÍ spælararnir vóru frá fyrsta bríksli ágangandi og umhugsnir, meðan HB avrikið var alt annað enn at rópa hurrá fyri - hvørki á vøllinum ella á beinkinum.
Sjálvandi var tað stórur smeitur, at miðverjarnir báðir - Jóhannis Joensen orsaka av skaða og Rasmus Nolsøe orsaka av leikbanni - ikki vóru tøkir, og at liðformaðurin Rúni Nolsøe ikki var á miðvøllinum.
Á útivølli í Runavík átti at verið upplagt fyrst at syrgt fyri tyngd og trygd í miðverjuni. Hallur Danielsen og Svenn Jacobsen vóru settir at røkja ódnirnar. Hallur plagar at vera vonverji ella miðvallari í borðunum, og hann treivst einki serligt í óvanda leiklutinum. Bárður Mortansson treivst heldur einki serligt í miðvallarplássinum, sum Jákup á Borg (hann var vongverji og skuldi byrgja fyri Jónstein Petersen) plagar at røkja, og ófriðurin mistrivnaður kring vøllin kendist eitt sindur óneyðugur, tá ið tað var veruleiki, at HB á liðnum hevði tveir teir stinnastu miðverjarnar í landinum. Men teir vóru í øðrum plássum - Vagnur Mohr Mortensen á sentrala miðvøllinum og Hans á Lag í álopinum.
NSÍ fekk beinanvegin um endan, sjálvsálitið vaks, Jústinus R. Hansen og Dánial Hansen settu seg á týdningarmikla sentrala partin av vøllinum, Óli Hansen og Viggo Johannesen høvdu tak á HB álopsspælarunum.
Einasta ferðin, tað luktaði av vandastøðu, var, tá ið Hans á Lag ikki so langt undan hvíldini royndi móti málinum, men tá varð blokerað.
Hóast HB spælið higartil í ár einki hevur verið at reypa av, so hava teir kortini víst serstøk evni at fóta sær og koma afturíaftur. Tað hevur kortini bilað meiri á útivølli, enn tað hevur gjørt í Gundadali, og hesa ferð talaði einki fyri - absolutt einki! - at tað skuldi eydnast. Men leingi var munurin bara eitt mál, og harvið var stríðið púra opið, inntil tað restaðu fimm minuttir.
Í tíðini, sum finski dómarin hevðí lagt afturat, varð Tór-Ingar Akselsen skumpaður um koll í brotsteiginum. Rókur Jespersen var tryggur, tá ið hann tók sær av brotssparkinum, og so lúrdi møguleikin, at tað kortini skuldi eydnast HB at tiltuska sær eitt stig, sum teir á ongan hátt høvdu átt uppiborið, men tá ið NSÍ hevði givið bóltin upp aftur, bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

Christian Høgni í hopla
NSÍ hevur so ofta áður havt gott tak á HB, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Tað var eingin ivi um, hvør tað var, sum valdaði á vøllinum. Tá ið havnarmenninir onkra ferðina ikki gyppaðu, men royndu at mynda álop, vóru teir stríputu ógvuliga ágangandi, og so vendist spælið skjótt, tí teir á meistaraliðnum vóru ikki førir fyri at varðveita bóltin í egnari røð.
NSÍ hevði í løtum gott tak á samanspælinum. Teir gjørdu nógv færri persónlig mistøk, enn teir á mótstøðuliðnum gjørdu, og teir vóru nógv stinnari at sekta persónligu mistøkini, enn mótstøðumenninir vóru tað.
Helgi L. Petersen var í álopinum saman við Christian Høgni Jacobsen. Landsliðsspælarin var serliga stinnur, og um Bárður Johannesen hesa ferð ikki hevði havt verið so stinnur millum HB stólparnar, so kundi landsliðsmaðurin havt skorað uppaftur fleiri mál enn tey bæði, sum hann var meistari fyri.
Tað fyrra fekk Christian Høgni, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Andy Olsen serveraði bóltin, Christian Høgni smoygdi sær framvið tveimum tøvandi mótstøðumonnum, áðrenn hann gjørdist einsamallur við HB málverjanum og setti bóltin framvið honum.
Hjá NSÍ var tað ikki nóg sannførandi, at teir ikki megnaðu at staðfesta sigurin, fyrrenn tað restaðu fimm minuttir. Teir høvdu í hvussu so er møguleikarnar til tað.
2-0 málið var Christan Høgni, ið nú tykist vera rættuliga komin fyri seg aftur eftir skaðan, sum so leingi helt honum burtur, aftur meistari fyri. Eftir uppspæl í vinstru og sending frá Jónsteini Petersen gjørdist álopsspælarin leysur um brotsteigarmarkið, og so sendi hann í málið.
HB brotssparkið pyntaði eitt sindur um, men tað tók ikki burtur heildarmyndina, sum segði, at meistararnir á als ongan hátt vístu meistaraspæl, og at NSÍ hevur lagt so mikið bragdliga fyri eftir summarsteðgin, at tað nú er møguleiki fyri hvørjum sum helst hjá teimum!

NSÍ-HB 2-1 (1-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen 19.
2-0: Christian Høgni Jacobsen 85.
2-1: Rókur Jespersen br 90.
Dómari: Tony Asumaa úr Finnlandi
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Einar Hansen - Andy Olsen, Jústinus R. Hansen, Dánial Hansen, Jónstein Petersen - Christan Høgni Jacobsen, Helgi L. Petersen
Gult kort: Jens Martin Knudsen, Christian Høgni Jacobsen
HB: Bárður Johannesen - Jákup á Borg, Hallur Danielsen, Svenn Jacobsen, Janus M. Joensen - Bárður Mortansson (Hendrik Rubeksen, 73.), Kári Nielsen, Vagnur Mohr Mortensen, Tór-Ingar Akselsen - Rókur Jespersen, Hans á Lag
Gult kort: Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen, Kári Nielsen