NSÍ steyp úr Svøríki

Runavíkingar fingu fægst gul og reyð kort í landskappingini í fjør, og fyri tað fingu teir leygardagin handað steyp sum vinnara av nýggja »Fair Play Prize«, ið svensk heimasíða letur

Síðstu seks árini hevur svenskarin Sören Flink fylgt sera væl við føroyskum fótbólti, samstundis sum hann á heimasíðuni, www.faroenews.se, eisini hevur givið øðrum møguleika til tað. Eisini8 gevur hann teimum vitjandi á heimasíðuni møguleika at tippa um føroyskar dystir, umframt at har finst mangt annað.
Um vikuskiftið var Sören Flink millum annað til dyst í Runavík, har ørindi hansara vóru at handa eitt serligt steyp, sum heimasíða hansara vildi geva NSÍ, tí liðið var tað av øllum, sum kappingarárið í fjør fekk fægst gul og reyð kort.
Heiðurin, ið hann nevnir »Fair Play Prize«, handaði hann NSÍ-formanninum, Sølva R. Hansen, í hálvleikinum, tá NSÍ leygardagin spældi ímóti FC Suðuroy. Talan er um ferðasteyp, so komandi árini verða tað tey »skikkiligastu« liðini, ið sleppa at hýsa steypinum, sum verður latið í samráð við Fótbóltssambandið.

Steypið er eitt serligt glas­listarverk, ið finska Kaisa Tukonen hevur gjørt til endamálið, og sum sæst á myndini, ið varð tikin í Runavík leygardagin, kann tað saktans fríðka um eitt og hvørt steypaskáp! Vit kunnu til stuttleika leggja aftrat, at í løtuni bendir einki á, at NSÍ fær steypið aftur komandi kappingarár, tí í løtuni eru runavíkingar aftastir í kappingini um at fáa »Fair Play Prize« fyri 2010…