Meðan Suðringar hava ilt við at manna liðini, nú tað er so stutt millum dystirnar hjá besta liðinum, og fleiri eru á skaðalistanum, so er støðan heilt øðrvísi í NSÍ.
Í dag vóru fýra, sum vanliga eru á besta liðinum ella á beinkinum hjá besta liðinum, á vøllinum, tá ið næstbesta liðið hjá NSÍ hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Suðringum.
NSÍ vann 8-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Millum málskjúttarnar vóru Karl Løkin, sum var á vøllinum alla tíðina og skoraði tvey mál, og Øssur Dalbúð, sum var á vøllinum í ein stóran tíma og skoraði tvey mál. Hinir báðir, sum plaga at vera á besta liðinum, og sum vóru við ímóti Suðringum, eru Per Langgaard og Jann Martin Mortensen.
Steffan Løkin setti hol á, og Øssur Dalbúð økti um leiðsluna stutt undan steðginum. Øssur økti til 3-0, Sølvi Sigvardsen skoraði tvey mál og Sjúrður Pauli Nielsen eitt, áðrenn Karl Løkin umsetti brotsspark til mál og í yvirtíðini staðfesti 8-0 heimasigurin.
Á listanum hjá Suðringum vóru teir ellivu á vøllinum og tveir eykaleikarar. Tann einasti,sum hevur verið í nánd av besta liðinum, er Tóki Krosslá Mortensen.