NSÍ tapti fyri løtu síðani sín allar fyrsta dyst í undankappingini til Champions League. Runavíkingar fingu eina keðiliga byrjan á útivølli móti georgiska meistaraliðnum. Dynamo Tblisi legði seg á odda longu í 7. minutti, og tríggjar minuttir seinni var 2-0 til georgiska meistaraliðið. Tá hálvur tími varð spældur av fyrra hálvleiki fekk Dynamo Tblisi brotsspark, og so var 3-0.
Henda støða helt sær, tað ið eftir var av dystinum. Í yvirtíðini fekk málverjin hjá NSÍ, Tórður Thomsen, sítt seinna gula kort og varð tí vístur av vølli. Verjuleikarin Einar Hansen vardi tí málið hjá runavíkingum síðstu minuttirnar av dystinum.
Sera heitt var at spæla á stadion Boris Paichadze í Tblisi í dag, meira enn 30 stig. Umleið 3000 áskoðarar sóu dystin.
Seinni dysturin millum NSÍ og Dynamo Tblisi verður á Ovara Vølli í Gundadali týskvøldið 22. juli kl 19.