- Sum sagt skulu hesir sáttmálar síggjast í ljósinum av hvørjir leikarar ikki verða við í ár, og vóna vit í veruleikanum á hendan hátt at verða við til at menna okkara ungu og evnaríku leikarar enn meira enn higartil, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ, og leggur hann at enda afturat:
-Júst tað, at tað hevur eydnast okkum at fáa Poul Jóhannus Justinussen heimaftur úr GÍ, og at vit fyri kortum eisini gjørdu sáttmála við Filip Jacobsen og Monrad Holm Jacobsen, er tí at vit trúgva uppá okkara ungu og evnaríku leikarar, nú felagið samstundis boðar frá at ikki færri enn tríggir serbar afturat koma at leika við NSÍ í ár.