NSÍ vann skuldi brúka nógvar kjansir

VB/Sumba tók NSÍ á bóli, men runavíkingar fótaðu sær og vunnu dystin, hóast teir misnýttu nógvar stórar kjansir i dystinum


VB/Sumba var um reppið at snýta NSÍ fyri ein sigur við Løkin í gjár. Víst hevði NSÍ meira spæl og teir størru kjansirnar, men VB/Sumba legði seg á odda og stríddist óføra væl allan dystin. NSÍ kláraði tó at spæla seg til nógvar kjansir og gera tey bæði málini, sum vóru nóg mikið til at vinna dystin.
Undan dystinum í Runavík hevði VB/Sumba fingið stig í trimum dystum á rað, so úrtøkan hjá teimum var á góðari leið.
NSÍ stríðist fyri at koma fram í oddin, og kravið hjá teimum til dystin sunnudagin var púra einfalt. Teir skuldu vinna dystin.
 
Málini
Tað var ikki farið meira enn eitt gott korter av dystinum í Runavík, so hevði VB/Sumba nakað óvæntað lagt seg á odda. VB/Sumba fekk hornaspark, sum varð sent inn fyri málið. Eitt høvd var á bóltinum, og tá NSÍ-verjan ikki ruddaði burtur, endaði tað við, at verjuspælarin Jákup Olsen stútaði bóltin í málið.
Tá hevði NSÍ sitið á dystinum, og eftir hetta trýsti NSÍ enn meira fyri at skora. Fleiri ferðir høvdu spælararnir góð tilboð, men tað gekk ein góð løta, áðrenn teir fingu skora.
Útjavnadi málið kom eftir frísparksinnlegg frá Iulian Florescu. Hann sendi bóltin til aftaru stong, og har var Óli Hansen, sum longu hevði havt fleiri royndir móti málinum, staddur, og hann stútaði bóltin í málið.
Stutt fyri hálvleikssteðgin legði NSÍ seg á odda, og aftur hesaferð var tað Florescu, sum átti næstseinasta fótin á bóltin. Hann legði inn fyri, og hesaferð var tað Andy Olsen, sum stóð á rætta staðnum og skoraði.
 
Einki mál í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki var tað NSÍ, sum hevði yvirvág, men teir á suðuroyarliðnum stríddust manniliga allatíðina. VB/Sumba spældi við trimum monnum í verjuni, og NSÍ royndi at brúka síður til at bróta ígjøgnum. Hetta eydnaðist væl til tíðir, men tað gekk illa við at fáa mál.
Sum dysturin leið flutti VB/Sumba meira fólk fram á vøllin, og teir fóru at spæla langar bóltar fram ímóti Birgir Jørgensen, sum var vandamikil og órógvaði NSÍ-verjuna nógv. Upplagdir kjansir spurdust ikki burtur úr hesum, hóast onkrar støður vóru í og kring brotsteigin hjá NSÍ.
Seint í dystinum hevði Evrard Ble eitt gott skot, sum varð rættað av og fóra sendandi omanfyri málið.
NSÍ fekk nógvar kontramøguleikar í seinna hálvleiki, men var tað ikki vælspælandi Marcin Dawid, sum stóð í vegin, so var tað onkur útspælari. Til dømis tá ið innskifti Sonni L. Petersen fekk ein opnan kjans stutt úr málinum. Hann smekkaði til, men ein verjuspælari tveitti seg og bjargaði við bringuni.
Óli Hansen, Christian Høgni Jacobsen og aðrir spælarar høvdu eisini góðar kjansir, men fleiri enn tey bæði málini í fyrra hálvleiki fekk NSÍ ikki.
Men málini vóru nóg mikið til at tryggja NSÍ trý stig í seinasta dystinum undan summarsteðginum.
 
  
 
NSÍ 3 bóltar
VB/Sumba 2 bóltar