NSÍ var mest á bóltinum

Í kappingarárinum sum fór í Effo-deildini, var NSÍ tað felagið, sum í miðal hevði bóltin mest í hvørjum dysti

Í vikuni sum fór kom stóra hagtalssíðan, Instat Scout – ið er ein heimasíða, ið skrásetur alt data í fótbólti, út við rúgvumiklum samandrátti frá Effo-deildini í 2017.

 

Í samandráttinum, sum er 32 síður til longdar, eru fleiri áhugaverdar talvur. Ein av teimum er, hvussu býtið hevur verið í dystinum, har liðini hava havt bóltin. Har sæst, at NSÍ í miðal hevði bóltin mest í Effo-deildini í 2017.

 

Í miðal hevði NSÍ eina aktiva spælitíð við bóltinum á liðnum í 32,45 minuttir í hvørjum dysti. Teimum á baki kom B36 við einum miðal tali á 31,57 minuttir í hvørjum dysti. Sum heild sæst  eitt mynstur í talvuni, at liðini, ið endaðu í ovaru hálvu av deildini liggja væl omanfyri liðini, ið endaðu í botninum yvir at hava bóltin.

 

Tó er tað merkisvert, at føroyameistararnir úr Víkingi, liggja í niðaru hálvu yvir at hava havt bóltin í 2017. Í miðal hevði Víkingur bóltin aktivt í spæl 25,25 minuttir í hvørjum dysti í Effo-deildini. Niðast á listanum liggur nýggja felagsliðið í Suðuroynni, sum í miðal hevði bóltin 22,15 minuttir í hvørjum dysti.

 

Samlaða yvirlitið yvir at hava bóltin sær soleiðis út:

1.     NSÍ 32,45 minuttir í miðal hvønn dyst (58% possesion)

2.     B36 31,57 minuttir í miðal hvønn dyst (57% possesion)

3.     HB 30,49 minuttir í miðal hvønn dyst (55% possesion)

4.     KÍ 27,31 minuttir í miðal hvønn dyst (53% possesion)

5.     ÍF 26,38 minuttir í miðal hvønn dyst (49% possesion)

6.     Víkingur 25,25 minuttir í miðal hvønn dyst (48% possesion)

7.     Skála 24,29 minutir í miðal hvønn dyst (44% possesion)

8.     EB/Streymur 24,18 minuttir í miðal hvønn dyst (44% possesion)

9.     07 Vestur 23,49 minuttir í miðal hvønn dyst (44% possesion)

10.   TB/FCS/Royn 22,15 minuttir í miðal hvønn dyst (45% possesion)