Fótbóltur
Sum nevnt í blaðnum í gjár, so var upp á tal at flyta landskappingardystin millum HB og NSÍ.
Hóskvøldið staðfesti kappingarstjórin hjá FSF flytingina fyri Sosialinum, og grundgevingin fyri hesum var, at tað fór at gerast ov strævið hjá HB, um teir skuldu spæla longu sunnudagin.
- Hópurin hjá HB hevur í veruleikanum ikki ein livandi kjans at vera í Danmark, áðrenn fríggjadagsflogfarið fer avstað. Sjálvt ikki, um teir fóru av stað beint eftir dystin.
- Tí kunnu teir ikki verða í Føroyum fyrr enn leygardagin seinnapartin, og tá verður ov strævið at spæla longu sunnudagin, sigur Børge B. Hansen, kappingarstjóri hjá FSF.
Vita einki
Sum vit eisini nevndu í blaðnum í gjár, so er málið endað hjá FSF, tí runavíkingar ikki vóru sinnaðir at flyta dystin, tá HB spurdi seg fyri.
Tá vit fríggjadagin ringdu til venjaran hjá NSÍ, og søgdu honum, at dysturin verður fluttur, var tað ein ikki sørt skakkur Petur Mohr, sum fingu orðið á.
- Eg fyrireiki meg so í øllum førum til, at vit skulu spæla ein dyst sunnudagin. At ein blaðmaður ringir til mín og sigur, at dysturin er fluttur til týsdag, kann eg ikki brúka til so øgiliga nógv. Eg má ganga út frá, at FSF arbeiðir á einum somikið frægum støði, at teir í øllum førum boða okkum frá, at dysturin er fluttur.
- Er tað virkiliga so galið, at dysturin verður fluttur, so kann eg bara siga, at mann verður heilt óalmindiliga skuffaður, av at kappingarstjórin bara kann fara soleiðis við einum felagi uttan víðari. Tað líkist ongum, at vit nú fríggjadag klokkan tólv framvegis ikki hava fingið boð um eina møguliga flyting, og mær vitandi er eingin í felagnum tikin upp á ráð í viðgerðini av spurninginum, sigur ein sera skakkur NSÍ venjari.
Gevur trupulleikar
Víðari sigur hann, at hetta eisini gevur honum ein annan trupulleika, tí hann nú ikki hevur ánilsi fyri, hvørjar leikarar hann hevur loyvi at nýta leygardagin, tá onnur deild spælir, um so er, at dysturin verður fluttur.
- Tað kann væl hugsast, at onkur spælari, sum ikki var tøkur til fyrstu deild seinast, nú kann vera við aftur, og tí mugu aðrir helst flytast niður á aðru deild. Tað kann eg ikki gera um dysturin verður fluttur, tí teir, sum spældu á fyrstu deild seinast, skulu leypa dyst um, fyri at spæla við aðru deild, sigur ein heldur ørkymlaður Petur Mohr at enda.