NSÍ-venjarin: Tað fer ikki at koppa okkum um Petur fer (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Allan K. Jepsen var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Seinnapartin í dag var sendingin Fótbóltspanelið á FM1 send beinleiðis úr Bylgjuni í Runavík.

Gestur hjá Tróndi Arge var høvuðsvenjarin hjá NSÍ, 43 ára gamli Allan K. Jepsen.

Allan K. Jepsen greiddi frá, at hann ikki tók av tilboðnum hjá NSÍ uppá standandi fót í fjør heyst, tá honum var boðið at gerast høvuðsvenjari. Hann spurdi seg fyri fyrst, og serliga hjá Jens Berthel Askou, ið tá var høvuðsvenjari hjá HB. Tá Allan K. Jepsen so kom til Føroya og hitti fólkini sum hava ábyrgdina av NSÍ fekk eina góða kenslu av, at hetta var tað rætta starvið hjá honum at royna.

Allan K. Jepsen og Tróndur Arge umrøddu eisini fótbóltsyrkisleiðina hjá danska venjaranum, ið førdu hann bæði til Týsklands, Niðurlond og Noreg. Eisini fekk Allan K. Jepsen tveir dystir við danska A-landsliðnum, ið hann fegnast um, at hann fekk høvið til.

Allan K. Jepsen er fult greiður yvir, at stóra talentið hjá NSÍ, Petur Knudsen má víðari við síni yrkisleið um hann skal mennast enn meiri sum fótbóltsspælari. Allan K. Jepsen heldur, at Petur Knudsen avgjørt hevur danskt superligastøði. Danski venjarin undirstrikar tó, at NSÍ fer ikki at koppa um teir missa Petur Knudsen til eitt felag í útlandinum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

(Fótbóltspanelið á FM1 12. mars 2021. Gestur: Allan K. Jepsen)