NSÍ er risastórur favorittur móti ÍF í Fuglafirði

Her eru oddsini upp á dystin millum ÍF og NSÍ

Klokkan 17 sunnudagin verður tann fimti og seinasti dysturin leiktur í Betrideildini hjá monnum. Tá hittast ÍF og NSÍ í Fløtugerði í Fuglafirði.

NSÍ hevur níggju stig aftaná tey fyrstu fimm umførini, meðan ÍF einki stig hevur. 

NSÍ er er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin í Fuglafirði.

Miðaloddsini upp á heimasigur til ÍF eru so høg sum 12,58.

Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,61.

Miðaloddsini upp á útisigur til NSÍ eru so lág sum 1,16, so NSÍ er risastórur favorittur.

HER eru oddsini: