NSÍ hevur sett Jákup Mortensen sum høvuðsungdómsvenjara. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Jákup Mortensen er væl kendur í felagnum og er abbasonur Jákup Mortensen, sála.
- Navnið kenna vit øll. Abbin sáli, navnin, er heiðurslimur, og ein av høvuðsorsøkunum til, at fótbólturin festi røtur í runavíkarøkinum. Pápan kenna vit fyrst sum spælara og síðan venjara í fleiri umførum í felagnum. Beiggjar hava verið og eru virknir í felagnum. Hóast unga aldurin hevur Jákup longu í fleiri ár verið venjari hjá fleiri ungdómsliðum, og hevur stundum havt yvirskipaðar uppgávur innan venjaragerningin í felagnum. At Jákup nú hevur játtað at átaka sær høvuðsábyrgdina at skipa ungdómsfótbóltin, kunnu vit ikki annað enn fegnast um, skrivar NSÍ.
Sáttmálin er galdandi í trý ár.