NSI styrkir sær álopið

Runavíkingar hava leigað álopsspælaran Thomas Gormsen úr danska SønderjyskE restina av hesum kappingarárinum

Fótbóltur

Á heimasíðu sínari skrivar danska felagið, at spælarin hevur sett fram ynski um at royna nakað nýtt, tá tað í ov lítlan mun hevur eydnast honum at fáa spælitíð á besta liði felagsins.
Og ítróttarstjórin í felagnum, Jacob Gregersen, sigur seg vera fegnan um, at tað hevur eydnast at fáa í lag leiguavtalu við runavíkingar. Ikki minst, tí spælarin við hesum ikki fer at spæla við liðum, sum SønderjyskE kappast við í næst bestu donsku deildini.
Sum skilst, so er talan um ein sera vandamiklan harra, sum runavíkingar soleiðis hava styrkt sær hópin við. Hóast hann ikki hevur spælt nógv á besta liðnum hjá felagnum, so eru mál í hópatali skorað hjá teimum næstbestu, og tí ivaðist felagið í, hvørt tað var rætt at missa ein somikið vandamiklan harra.
SønderjyskE var í fjør í donsku superliguni, og eitt skifti var Rógvi Jacobsen eisini í hópi teirra. Tað eydnaðist ikki at halda fast um plássið í deildini, men málið í ár er púra greitt at vinna seg aftur millum tey ovastu.