Kvinnurnar hjá NSÍ ætla sær at spæla í 1. deild komandi kappingarár. Í 1995 fluttu tær niður, í fjør var tætt við, at tær vunnu plássið aftur, og í ár hava tær gjørt eina nýggja roynd, sum fyribils hevur eydnast væl.
Mikukvøldið vóru tær í Fuglafirði, har tær vunnu 4-1. Hetta var síðsti dysturin, og longu frammanundan var greitt, at NSÍ hevði vunnið deildina. Tær hava kappast við VB, sum hevur spælt allar átta ferðirnar. VB fekk 18 stig, og NSÍ endaði á 22 stigum.
Hóast NSÍ hevur vunnið 2. deild, so er harvið ikki sagt, at tær fara at spæla í 1. deild komandi ár.
Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í februar varð samtykt, at talið á liðum í bestu deildini skal lækkast. Gjørt varð av, at aftasta liðið í bestu deildini skal flyta beinleiðis niður í 2. deild, og at næstaftasta liðið í 1. deild skal spæla ímóti vinnaranum í 2. deild um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár.
Tað resta framvegis tvey umfør at spæla í 1. deild, og tað vil siga, at NSÍ skal bíða til annan leygardag, áðrenn tað verður greitt, hvørjum tær skulu spæla ímóti. Í løtuni sær tað út til, at talan hjá NSÍ verður um uppgerð við ein granna.
Sumba er aftast, og tað tykist vera mest sannlíkt, at tær flyta beinleiðis niður í 2. deild. Skála er eitt stig frammanfyri Sumba, og tað er framvegis møguleiki fyri, at Skála fer at flyta beinleiðis niður, men mest sannlíkt er, at tær skulu spæla ímóti NSÍ.
Á pappírinum er eisini møguleiki fyri, at B68 kann gerast mótstøðuliðið hjá NSÍ, men so skal vilja ógvuliga illa til hjá toftakvinnum, sum eru fýra stig frammanfyri Skála og harvið tykjast fara at bjarga sær lívinum í bestu deildini.
Ítróttarsosialurin ynskir NSÍ tillukku við sigrinum í 2. deild.