- Eri so hørm í løtuni. Ímillum klokkan 13 og 15 í dag hevur onkur verið inni á verkstaðnum og tikið eina nokso stóra standmynd úr glasi fyri eitt virðið á 4200 krónur. Verkið er nokso nýtt og stóð frammi - bara fyri at blíva pakka til framsýning í DK í morgin.
Tað skrivar Mikkalina Norðberg á sínari facebook-síðu fyri 2-3 tímum síðan.
- Eg helt, at tað kundi ikki passa, men at tað helst var onkur, ið argaði. Men, tíverri, nei. Eg skilji slett ikki, at viðkomandi hevur torað. Óinnpakkað glasverk, sum ikki passar innanfyri nakran jakka ella troyggju.
Mikkalina Norðberg leggur aftrat, at eitt ferðamannaskip lá við kai í tíðarskeiðnum, sum verkið forsvann. So, tað nýtist ikki at vera landsmaður, -kvinna ella -barn.
- Eg vóni bara, at mítt grundleggjandi álit á tað góða í menniskjanum verður verandi inntakt. Nú bleiv eg skakað í mínum grundvølli og skal helst brúka nakrar dagar at rista hetta av mær aftur - og koma víðari, skrivar Mikkalina Norðberg á sínari facebook-síðu í kvøld.