Nýggj vígslubrøv eru gjørd. Hjúnabandslógin hevur ført til, at tað nú eitur maki1 og maki2, sigur løgtingsmaður
Jógvan á Lakjuni hevur ikki slept stríðnum ímóti nýggju hjúnabandslógini, sum loyvir fólki av sama kyni at giftast borgarliga.
Hann fer á tingfundinum í morgin at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, munniligan fyrispurning um málið. Jógvan á Lakjuni sigur, at hann og onnur vistu, at nýggja hjúnabandslógin fór at hava óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verða orsøk til radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi.
– Og tað er sjón fyri søgn, sigur løgtingsmaðurin.
– Tað frættist nú, at nýggj kynsneutral oyðubløð eru gjørd í samband við giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóðar, so eru heitini »maður« og »kvinna/kona« beind burtur og strikað av vígslubrævinum, sum parið fær, tá ið tey eru gift, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur »kvinnan« og »maðurin«, men »maki 1« og »maki 2«.
– Tú fært teg næstan ikki at trúgva hesum og spyrt teg sjálvan, um endamálið veruliga er at viska burtur biologiskt kyn og fáa fólk at hugsa og tosa í kynsneutralum »termum«, sigur skelkaði løgtingsmaðurin, sum tí setir landsstýriskvinnuna hesar spurningar:
1. Er tað veruliga satt, at orðini »maður« og »kvinna« eru strikað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í sambandi við borgarligt giftarmál?
2. Er tað rætt, at í hjúnabandsbókini í staðin fyri »maður« og »kvinna« nú stendur »maki 1« og »maki 2«, og at tey eisini skriva undir við hesum heiti?
3. Hvussu nógv »pør« av sama kyni eru gift í Føroyum, síðan lógin varð broytt?
4. Hví skulu vígslubræv og hjúnabandsbók hjá øllum teimum mongu pørum við kvinnu og manni, sum giftast, verða kynsneutral, bara tí at kanska okkurt hendinga »par« av sama kyni verður gift?
5. Hví verða ikki serlig oyðubløð gjørd til tey fáu, í staðin fyri at ein alstórur meiriluti skal diskriminerast á henda hátt orsakað av einum pinkulítlum minniluta?
6. Hvør myndugleiki hevur givið boð um at broyta hesi hátíðarligu oyðubløð á henda hátt?