Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av AB. Úrslitið ber við sær, at B68 framvegis er undir niðurflytingarstrikuni, og at tað nú eru átta stig frá AB og aftur til B68, sum er á níggjunda plássi.
Hóast kappingarárið higartil hevur kenst vera væleydnað hjá AB, so var talan um lyklauppgerð á Svangaskarði í kvøld. Um tað eydnaðist heimaliðnum at vinna, so lyfti B68 seg uppum niðurflytingarstrikuna, og so vóru tað bara tvey stig frá B68 og fram til AB.
Men tað var AB, sum vann, og so er spurningurin um niðurflyting parkeraður á Toftum, meðan argjamenn lættir um hjartað eru á veg til hús.
Einasta málið skoraði Brian Jakobsen seks minuttir undan steðginum. B68 misti bóltin heilt aftarlaga í vinstru, og so var tað Luca Ørsted Thorstensen, sum legði bóltin inn til nærra stólpa, har Brian Jakobsen í nærdysti við ein mótstøðumann potaði bóltin í málið.
Eftir steðgin var heimaliðið væl meiri á bóltinum, og tað vóru fleiri spentar støður í og kring AB brotsteigin, enn tað vóru í hinum endanum. B68 vann seks hornaspørk, meðan AB vann eitt hornaspark, men tað eydnaðist ikki toftamonnum at fáa bóltin í málið aftanfyri 19 ára gamla Torkil Skála, sum aftur í kvøld vardi AB málið, og sum aftur í kvøld stóð seg sera væl.
Leygardagin fær AB í síðsta dystinum undan summarsteðginum vitjan av EB/Streymi.
Leygardagin verður tað botndystur á Skála, tá ið skálamenn fáa vitjan av toftamonnum.











