Nú er fokus á greipuni

Tað eru sjey ár síðani, at AB vann í Klaksvík

Patrick Da Silva er á vongverjanum í vinstru ein av lyklaspælarunum hjá KÍ

KÍ verður stórfavorittur, tá ið AB seinnapartin verður gestur í Klaksvík.

 

Síðstu vikurnar hevur aftur og aftur verið staðfest, at klaksvíkingar megna at vera professionellir og at halda høvdið kalt, tá ið teir hava nógv um oyrini. Tað sást ikki mint, tá ið teir tríggjar dagar eftir síðsta altjóða dystin í summar vóru á Argjum og vunnu 2-0.

 

Stóra takið hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum er at vera savnaðir um næstu uppgávuna og at røkka málinum, sum er at endurvinna FM heitið og at vinna steypakappingina og harvið greipuna. Hana hevur KÍ ikki vunnið síðani 1999.

 

Søguliga er tað meiri enn so komið fyri, at AB hevur argað KÍ. Besta dømið um hetta var í 2016, tá ið AB við 3-1 heimasigri fram ímóti kappingarenda oyðilegði søta dreymin hjá KÍ at vinna FM fyri fyrstu ferð í nógv ár.

 

Í 2015 – fyrsta árið tá ið Mikkjal Thomassen var venjari í Klaksvík – vann AB 3-1 í Klaksvík. Tað var 27. august ella í gjár fyri sjey árum síðani. Í fimta umfari í ár – 10. apríl var AB fyrsta liðið, sum skoraði ímóti KÍ, sum á heimavølli vann 6-1.

 

Hjá KÍ eru Jesper Brinck og Óli Eyðsteinsson Poulsen skaddir. Tað verður vónað, at Odmar Færø og Deni Pavlovic, sum ikki vóru við síðsta sunnudag, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-0 ímóti 07 Vestur, vera førir fyri at spæla seinnapartin.

 

Á Argjum eru allir spælararnir tøkir. Tó er ivi um málverjan Róa Zachariasen, sum ikki var við í 2-1 heimatapinum ímóti NSÍ. Hann er darvaður av knæskaða.

 

KÍ hevur vunnið allar dystirnar uttan á útivølli ímóti Víkingi, tá ið tað endaði við málleysum javnleiki.

 

AB hevur vunnið fimm dystir. Síðsti sigurin var 19. juni, tá ið AB vann 3-1 í Sørvági.

 

Patrick Da Silva er á vongverjanum í vinstru ein av lyklaspælarunum hjá KÍ