Mikukvøldið hin 8. mai varð Kvívíkar sóknar Fornminnisfelag stovnað.
Í nevndina vórðu vald: Ari Johanneson, Tórarinn á Rípuni, Nelly H. Debes, Hildigunn Joensen og Guðrið Holm.
Nevndin skipaði seg við Ara Johanneson sum formanni, Tórarinn á Rípuni sum skrivara og Nelly H. Debes sum kassameistara.
Grækaris Joensen, sum hevur lagt nógva orku í IPG-savnið, er eisini ein av stigtakarunum til nýggja fornminnisfelagið.
- Vit ynskja Kvívíkar sóknar Fornminnisfelag blíðan byrð, siga tey í Kvívíkar kommunu at siga í dag.
##med2##