Á ólavsøku stendur standmyndin av Nólsoyar Pálli uppi aftur í Vágsbotni.
Men tað verður ikki á sama stað, men einar 75 metrar í ein landsynning úr tí stað, har hann stóð á torginum framman fyri her hjá okkum í Miðlahúsinum í Vágsbotni – uttan fyri træbrúnna, sum í næstum verður longd einar 50 metrar úteftir.
– Vit ætla at seta hann har uttan fyri bryggjukantin, har nakrir ringar verða settir i vatnið, sum hann skal standa á, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Hann sigur, tey hava tosað við listamannin um málið, og hann er samdur um nýggju staðsetingina.
– Tað hevur havt sera stóran týdning fyri meg, at hetta málið verður viðgjørt væl og virðilig, og at semja er við listamannin um, hvar standmyndin skal setast, sigur Annfinn Brekkstein.
Semja er nú um staðsetingina, og tey hava sett sær fyri, at Nólsoyar Páll stendur uppi aftur fyri ólavsøku.
##med2##
Tað var dagin eftir býráðsvalið í 2020, at býráðið tók standmyndina av Nólsoyar Páll í Vágsbotni niður. Tá skuldi skoytubreyt leggjast á torgið í Vágsbotni, sum skuldi steingjast fyri ferðslu, Men eftir hørð mótmæli frá handilslívinum í miðbýnum, so varð hendan ætlanin slept. Men Nólsoyar Páll var tá fallin, og hann er ikki komin upp aftur at standa enn.
Sum skiltist á býráðnum tá, so skuldi standmyndin flytast kortini. Ikki bara fyri skoytibreytini, men tí, at ætlanir vóru um, at torgið í Vágsbotni skuldi umskipast.
Nú er so greitt, at Nólsoyar Páll kemur uppaftur, og at hann verður standandi í Vágsbotni, um enn eitt sindur longri úti.
##med3##