Skeltini við steðgiforboð á Kaldbaksvegnum er nú tikin niðuraftur Myndir: Birgir Waag Høgnesen

Nú er ikki longur steðgiforboð við døglingarnar

– Skeltini við steðgiforboð fram við Kaldbaksvegnum skaptu ov nógvan forvirring. Tí eru tey tikin burtur.

 

Skeltini við steðgiforboð á Kaldbaksvegnum er nú tikin niðuraftur Myndir: Birgir Waag Høgnesen

Tað segði Jóannes Østerø, vaktleiðari á politistøðin í Havn við útvarpið í morgun.

Seinastu góða mánaðin hava tríggir døglingar verið á Kaldbaksfirði, har teir hava spælt sær – og tað hevur givið teimum nógvar áskoðarar, bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk.

Tað hevur so havt tann vansa við sær, at nógvir bilar hava staðið parkeraðir fram við Kaldbaksvegnum – og harvið sett ferðslutrygdina í vanda, tí bilar kunnu koyra 80 km/t framvið staðnum.

Tí vórðu skelti við steðgiforboð sett upp á økinum. Men tað hevur heldur ikki hjálpt so nógv, tí bilar hava staðið har kortini.

Men nú eru skeltini burtur, og tað var hesum, sum Jóannes Østerø, løgreglumaður greiddi frá í útvarpinum í morgun.

 

##med2##

Hann sigur, at tey eru komin eftir, at skeltingin var ikki heilt røtt, og tí vilja tey heldur binda um heila fingur. Hann segði, at tað er ikki rætt, at tað ikki er loyvt at steðga á einum landsvegi. Tí tað er loyvt. Men ikki uttan víðari. Hann vísti millum annað á, at skalt tú steðga á vegnum, har fult upptrekt linja er á miðjuni á vegnum, so skal í minsta lagi vera tríggir metrar millum parkeraða bilin og linjuni. Men inni í Kaldbaksfirði, har bilarnir steðga fyri at síggja døglingarnar, er ikki ein fult upptrekt linja.

##med3##

 

Møguleikin í staðin at seta hámarksferðina niður í økinum hevur eisini verið umrødd, og tað heldur løgmaðurin er vert at umhugsa.

Men tað stutta av tí langa er, at tað er ikki longur steðgiforboð fram við økinum, har døglingarnir eru.

 

Skeltini við steðgiforboð á Kaldbaksvegnum er nú tikin niðuraftur Myndir: Birgir Waag Høgnesen