Nú er loyvt at koyra við píkadekkum eitt sindur longri

Tað vanliga er, at píkdekkini skulu av 30. apríl – men soleiðis er ikki longur

Higartil hevur tað verið so, at tann 30. apríl hava bilar ikki longur loyvi til at koyra við píkadekkum. Tað merkir, at alt summarið, ella í tíðini frá 1. mai til 16. oktober, er ikki loyvt at koyra við píkadekkum.

 

Men bilførarar hava mangan sett ynski fram um at lógin verður broytt, so at tað verður loyvt at koyra við píkadekkum eitt sindur longur út á árið, tí ført verður fram, at tað er heilt vanligt, at tað vegirnir eru hálir longri enn 1. mai.

 

Tað var eisini støðan í ár og nú hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, broytt reglurnar, so at tað verður loyvt at koyra við píkadekkum til 15. mai, ella í tvær vikur afturat. Sostatt verður nú loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 15. mai.

 

Tó kunnu neyðsendarakfør, tað eru politibilar, sjúkrabilar, bilar hjá sløkkiliðum og bjargingarliðum, altíð koyra við píkadekkum tá ið tað er hált.

 

Tað sama er galdandi fyri kfør, sum verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, umframt fyri bilar hjá Kriminalforsorgini og bilar hjá heimahjálpum og heimasjúkrasystrum.