Nú er NSÍ eitt stig nærri FM

Hóast víkingarnir tvær ferðir vóru frammanfyri við tveimum málum, so megnaði NSÍ báðu ferðirnar at svara aftur

Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Sarpugerði, har máltalvan vísir 3-3. Teir í NSÍ tykjast fegnir og lættir, meðan heimamenninir ikki síggja so fegnir út.

 

Tað er lætt at skilja, tí víkingarnir vóru í fyrra hálvleiki frammanfyri bæði 2-0 og 3-1, men hvørju ferðina megnaðu teir at halda tørn um leiðsluna.

 

At tað eydnaðist NSÍ at hava eitt stig við sær aftur um Gøtueið ber við sær, at NSÍ í kvøld hevur styrkt um sína støðu sum topplið. NSÍ er nú trý stig frammanfyri KÍ, sum fríggjakvøldið verður gestur hjá NSÍ.

 

Á keðiligu kontuni hjá NSÍ í kvøld var tað, at liðformaðurin og toppskjúttin Petur Knudsen sá gula kortið. Tað ber við sær, at hann fríggjakvøldið verður leikbannaður.

 

Víkingarnir høvdu størsta partin av tíðini leikliga yvirvág, Víkingur vann seg til fleiri góðar støður og málmøguleikar, og meðan Víkingur vann átta hornaspørk, so vann NSÍ tvey hornaspørk.

 

Tað vóru tveir av fleiri ungum víkingum, sum stóðu fyri, tá ið heimaliðið eftir átta minuttir setti hol á. Aron Benjaminsen var málskjútti, og væl upplagdi vongverjin í høgru Jósef Ólavsson Gleðisheygg, sum í seinna hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum, átti uppleggið.

 

Tá ið 32 minuttir vóru farnir, økti heimaliðið um leiðsluna. Liðformaðurin og elsti maður á liðnum Sølvi Vatnhamar var málskjútti, og aftur hesa ferð var tað Jósef Ólavsson Gleðisheygg, sum átti uppleggið.

 

Fýra minuttir undan steðginum svaraði NSÍ aftur. Aron Knudsen var málskjútti, og Marius Kryger Lindh legði upp.

 

So kendu gestirnir seg at hava fingið fatur á rætta endanum. Tí var tað øgiligt slag í andlitið, tá ið víkingarnir í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki svaraðu aftur og skoraðu til 3-1. Sølvi Vatnhamar spældi sera snilt fram eftir miðásinum, har Aron Benjaminsen rann seg leysan. Tá ið hann sneiddi framvið málverjanum, varð hann feldur, men bólturin støkk til Jørgen Nielsen, sum setti bóltin í tíma málið og so var 3-1.

 

Hóast teir av álvara fingu skot fyri bógvin á seg at hvíla seg, so megnaði NSÍ at reisa seg. Átta minuttir eftir steðgin umsetti Petur Knudsen brotsspark til 3-2, og eitt korter undan leikloki var tað Tobias Hestad, sum eftir sending frá Aroni Knudsen rann seg leysan eitt sindur til høgru og síðani sendi bóltin í handara síðunetið.

 

Tað var lívligt og hendingarríkt og harvið spennandi, og tað vóru støður frammanfyri bæði málini. Síðstu løtuna vann Víkingur fleiri hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at skora.