Nú er Rógvi einsamallur á odda

Silas Eyðsteinsson tapt ímóti Høgna Egilstoft Nielsen, og Torkil Nielsen megnaði remis ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen

Í gjárkvøldið bendi heilt nógv á, at tað fór at verða ein av telvarunum í Sandavágs Talvfelag, sum fer at vinna FM heitið. Eftir fyrra umfarið í dag er Rógvi Egilstoft Nielsen greiður favorittur at vinna FM fyri einstaklingar. Eftir fimta umfar er hann eitt heilt stig undan næstu avbjóðaranum, sum báðir eisini eru úr Sandavágs Talvfelag.

Tá ið tvey umfør eru sama dag, lúrir møguleikin fyri, at teir gera skjótt av í fyrra umfarinum, og at nógv talv harvið enda remis.

Soleiðis var tað ikki, tá ið fimta umfar var á skránni fyrr í dag. Tvey talv endaðu remis, men tað var eftir, at báðir partar høvdu gjørt góða roynd fyri at vinna fulla úrtøku. Annað hetta talvið var millum Carl Eli Noløse Samuelsen og Torkil Nielsen, og hitt var millum Sjúrð Thorsteinsson og Finnbjørn Vang.

 

Undan hesum umfarinum vóru Silas Eyðsteinsson og Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági fremstir. Teir hittast í sætta umfari, sum verður klokkan 17. Tá ið teir sessast við borðið, er Rógvi eitt stig undan Silasi. Tað kemst av, at Rógvi í dag vann á Martini Poulsen, meðan Silas tapti ímóti Høgna Egilstoft Nielsen, sum fyri fyrstu ferð í hesi kappingini veruliga vísti tað, sum býr í honum.

Hans Kristian Simonsen, sum er eitt hálvt stig aftanfyri næstu avbjóðararnar hjá oddafiskinum, vann á Tummas Martin Sólsker, ið nú hevur somu úrtøku sum formaðurin í Talvsambandi Føroya - Finnbjørn Vang.

 

Støðan eftir fimta umfar:

Rógvi Egilstoft Nielsen 4 ½ stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Silas Eyðsteinsson 3 ½ stig, Hans Kristian Simonsen 3 stig, Torkil Nielsen 2 ½ stig, Høgni Egilstoft Nielsen, Sjúrður Thorsteinsson og Martin Poulsen 2 stig, Tummas Martin Sólsker og Finnbjørn Vang 1 stig.

 

Eftir at hava sitið yvir talvborðunum síðani klokkan 10 og inntil umleið klokkan 14 ella seinni enn so, fáa telvararnir sær nú ein bita, og so spenna teir frá, áðrenn tað verður lagt til brots aftur klokkan 17.00.

Tá bresta  Rógvi Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson saman.

Skráin sær annars soleiðis út:

 

Hans Kristian Simonsen – Torkil Nielsen

Finnbjørn Vang – Carl Eli Nolsøe Samuelsen

Høgni Egilstoft Nielsen – Sjúrður Thorsteinsson

Rógvi Egilstoft Nielsen – Silas Eyðsteinsson

Tummas Martin Sólsker – Martin Poulsen