Nú er Ronni í Vágum

07 Vestur boðar í kvøld frá, at nú fer Ronni Møller-Iversen at spæla har vesturi

Tað verður neyðugt at styrkja liðið, segði 07 Vestur venjarin Magnus Powell fyri knøppum tveimum mánaðum síðani, tá ið kappingin var um at vera liðug.

 

Í kvøld boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við framrættaðan spælara.

 

Talan er um Ronni Møller-Iversen, ið er fyrsti nýggi spælarin, sum hevur skrivað undir sáttmála, ið ber við sær, at hann í 2022 fer at spæla við 07 Vestur.

 

Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld.

 

Magnus Powell hevur staðið á odda fyri 07 Vestur-liðinum, ið gjørdi øllum serfrøðingum fyri skommum, tá teir endaðu á 6. plássið eftir sera spennandi endaspurt. Men máið er sjálvsagt at vinna enn longur upp á stigatalvuna, og tá krevst ein sterkari hópur. Við Ronni Møller-Iversen er fyrsti styrkurin komin í hús.

 

 

 

27-ára gamli danin kom annars til KÍ í 2018 og leikti nærum hvønn dyst undir Mikkjal Thomassen. Hóast hetta flutti hann út á Skála, har hann næstu tvey árini var ein av lyklaleikarunum. Tá Skála so flutti niður í fjør, vóru boð eftir Ronni norðuri á Eiði, har hann við 27 landskappingardystum í ár var ein av týðningarmestu leikarunum hjá kappingarneytum okkara.

 

 

 

Í alt hevur Ronni hesi fýra árini í Føroyum leikt 95 dystir í Betri Deildini, umframt 9 í steypakappingini. Hann hevur skotið 15 mál, sirivar 07 Vestur á heimasíðu síni.