Nú er tað aftur staðfest:Umstrídd kirkja á Argjum verður ikki flutt

Tey, sum vilja hava nýggju kirkjuna á Argjum flutta, hava tapt stríðið

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at byggja nýggja kirkju á Argjum. Ætlanin hevur verið at byggja kirkjuna niðarliga á Argjum, á einum stykki niðan av Sandá. Men tað elvdi til mótstøðu, tí nógv fólk hava vilja kirkjuna flutta, tí tey vilja varðveita hetta plássið fram við Sandá sum eitt fríøki. Í hesum sambandi skrivaðu yvir 2.000 fólk undir eitt mótmæli ímóti at byggja kirkjuna har.  I kjalarvørrinum á hesum er kirkjan flutt longur burtur frá ánni, niðan ímóti Støðlagøtu.

 

Tey, sum vilja hava kirkjuna flutta, vilja hava hana heilt burtur. Men á býráðsfundi í Havn týskvøldið varð enn einaferð staðfest, at tað verður av ongum, at kirkjan verður flutt.

 

Býráðið samtykti at gera grundstykki til 150 - 180 bústaðir uppi á Argjahamri og afturat tí, sum longu er bygt, verður tað ein rættiliga stórur býlingur har uppi. Og á býráðsfundinum spurdi Bogi Andreasen, sum hevði sæti á býráðsfundi fyri Fólkaflokkin, um tað var ein møguleiki at flyta kirkjuna niðan har eisini.

 

Men tað er tað ikki, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum. Hann sigur, at býráðið hevur havt fund við kirkjuráðið á Argjum og tey eru ikki sinnað at flyta kirkjuna. Og borgarstjórin, Heðin Mortensen, hevur  eisini áður gjørt greitt, at tá ið tey hava fingið loyvi at byggja kirkjuna har, ber illa til at flyta hana aftur.